Samband
Kommunusamskipan Føroya 
R. C. Effersøesgøta 30
FO-100 Tórshavn
ksf@ksf.fo

Tel. 30 24 80


«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S
Read speaker

Um okkum

KSF er felag hjá føroyskum kommunum

Í KSF eru 7 limakommunur, sum umboða 69,1% av íbúgvunum í Føroyum.

Endamálið hjá KSF er at virka fyri felags áhugamálum og størri kommunalum sjálvræði. Aðalhugsjónin er at skipa Føroyar í burðardyggar og virkisførar kommunalar eindir, sum umsita øll mál, ið eru beinleiðis viðkomandi fyri borgaran.

KSF arbeiðir fyri greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, og at kommunali myndugleikin verður styrktur.

KSF er skipað við einum stýri, ið tekur avgerðir, einum starvsbólki, ið fyrireikar mál til stýrið, og eini skrivstovu, ið samskipar virksemi og útinnur avgerðirnar hjá stýrinum.

KSF er ein tvørkommunalur áhugafelagsskapur og kann tí ikki binda limakommunurnar við sínum samtyktum, men skulu limakommunurnar eisini sjálvar samtykkja málini.

KSF samskipar, fyrireikar og ráðgevur limakommununum í málum av felags áhuga og serstakt. Dømi uppá slík mál kunnu t.d. vera: býti av uppgávunum millum land og kommunur, umboðan mótvegis landsmyndugleikum o.ø., lógarsmíð og lógartulking, uppskot til umsitingarligar mannagongdir og skipanir, førleikamenning v.m.

KSF samskiftir og samstarvar við landsumsitingina, vinnulívið, feløg og felagsskapir í Føroyum og uttanlands.

KSF er vegna limakommunurnar limur í Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF), hvørs endamál er at fremja áhugamál limanna í øllum málum um lønar- og setanarviðurskifti starvsfólkanna. KAF hevur skrivstovu í KSF-húsinum.

KSF er við til at reka virksemið hjá Barnaverndarstovu Føroya (BVS), ið er felagskommunalur stovnur sambært barnaverndarlógina. BVS hevur skrivstovu í KSF-húsinum.