
Nýggja stýrið skipað seg
04. Jan 2013
Stýrið í Kommunusamskipan Føroya hevur havt sín fyrsta fund í dag.








Stýrið í Kommunusamskipan Føroya hevur havt sín fyrsta fund í dag.

Á nýggjárinum tóku nýggju kommunustýrini við. Fyri KSF merkir hetta samstundis, at trý kend andlit ikki longur verða partur av stýrinum hjá KSF.

Á stýrisfundi í Kommunusamskipan Føroya fríggjadagin 26. oktober 2012, var einmælt samtykt at senda fíggjarnevnd løgtingsins og øllum landsstýrinum eitt mótmælisskriv. Hetta verður gjørt nú fíggjarnevndin er farin undir ítøkiliga viðger av uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2013.
Kommunsamskipan Føroya óttast, at alt álit og samstarv millum land og kommunur er í ferð við at sindrast, og heitur í hesum sambandi á landsstýrið um at fáa fund í lag.

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2013 gera landsmyndugleikarnir seg enn einaferð inn á kommunala geiran. Gjørdar avtalur verða brotnar, vanligar hoyringsmannagongdir verða settar til síðis, og enn einaferð leggur landsins fíggjarlóg upp til, at eykarokning verður send kommununum.

Umboð fyri stýrið og starvsbólk hjá KSF vóru í farnu viku á hugvekjandi vitjan hjá Álendska systurfelagskapinum, Ålands kommunforbund.

Í tíðindasendingini mánakvøldið 27. august sáar Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri , iva um, hvørt Kommunusamskipan Føroya og samlaði kommunali geirin ynskir, at eftirútbúgva síni starvsfólk. Vit skulu vissa landsstýrismannin, um at kommunurnar eins og flest aðrir arbeiðsgevarar raðfesta førleikamenning av egnum starvsfólki høgt...

Forkvinnan í Føroya Pedagogfelag leggur enn einaferð eftir samlaða kommunala geiranum og ákærir kommunurnar fyri at svíkja síni starvsfólk og ikki at halda givin lyfti. Forkvinnan í Pedagogfelagnum er firtin, tí at kommunurnar ikki vilja gjalda øllum kommunalt settum námsfrøðingum fyri eina...
Skrá fyri Listaleypin skúlaárið 2012/2013 ...