Verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag er av.
Í gjár skrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelag, Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag undir ein nýggjan tvey ára sáttmála. Sostatt er eitt drúgt verkfall at enda komið, og í morgun eru allir kommunalir dagstovnar aftur opnir, eftir at hava verið stongdir í 3 vikur.





