Read speaker

Uppskot til kommunala umskipan liðugt

 Á fundi í dag varð uppskotið til kommunala umskipan, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, vegna alt landsstýrið hevur umbiðið, lagt fram. Álitið ber heitið Kommunur, eindir og uppgávur 2009.

Uppskotið fevnir serliga um kommunusamanlegging, útlegging av eldrarøkt og fólkaskúla til kommunurnar og fígging av hesum. Nevndin hevur lagt dent á, at einstøku tilmælini eru partar av einum samlaðum tilmæli um kommunala umskipan.

Sambært uppskotinum skulu 7-9 kommunalar eindir skipast 1. januar 2011. Fólkaskúlin skal leggjast til kommunurnar 1. januar 2012 og eldrarøktarøkið 1. januar 2013, tá ið umskipanartilgongdin endar.

Harumframt skal skipast nýggj fígging, har høvuðsbroytingarnar verða eitt nýtt býti av persónsskattinum millum land og kommunur, ein afturberingarskipan av mistum kommunuskattainntøkum vegna frádráttir í skattaskipanini, og millumkommunal javning.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, gjørdi greitt, at landsstýrið tekur avgerð um kommunalu umskipanina í hesum árinum.

Uppskot til kommunala umskipan liðugt.doc  





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
 

Limakommunurnar

Tórshavn