Undirvísingarportalurin SNAR heldur fram
Á fundi í dag hava Mentamálaráðið, Kommunusamskipan
Føroya og Føroya Kommunufelag skrivað undir nýggja 3 ára avtalu um
Undirvísingarportalin SNAR. Tað er Skúlabókagrunnurin, sum hevur dagligu
ábyrgdina av undirvísingarportalinum.
Undanfarna 3 ára avtala
legði lunnar undir at fáa sjálvan portalin settan í verk, og komandi
skeið verður SNAR støðugt útbygdur við nýggjum talgildum tilfari og
hentleikum. SNAR er serliga ætlaður undirvísingarverkinum, tvs. lærarum,
næmingum og foreldrum, men er eisini ætlaður almenninginum annars, og
alt er púra ókeypis.
Tað vóru landsstýriskvinnan í mentamálum
Helena Dam á Neystabø, formaðurin í Kommunusamskipanini Heðin Mortensen,
og formaðurin í Kommunufelagnum Asbjørn Djurhuus, sum skrivaðu undir
avtaluna, ið tryggjar SNAR játtan til rakstur. Allar kommunur rinda part
av rakstrinum til SNAR.
Á fundinum takkaði Heðin Mortensen
Skúlabókagrunninum og starvsfólkunum, ið hava ment SNAR, fyri gott
arbeiði. Hann helt somuleiðis fyri, at pengarnir til SNAR eru væl
farnir, og at tað var fragd at síggja allar møguleikarnar, ið SNAR hevur
bæði til skúla og almenning.
Til ber at vitja SNAR á www.snar.fo




