
Svarskriv til Innlendismálaráðið viðv. kommunala umskipan
Viðv. Uppskot til hoyringar í sambandi við kommunala umskipan
Í telduposti dagfestur 4. juli 2011, hevur Innlendismálaráðið sent Kommunusamskipan Føroya 9 uppskot til hoyringar. Uppskotini eru partar av arbeiðinum at skipa føroysku kommunurnar í færri eindir og at leggja eldrarøktina út til kommunurnar at umsita. Talan er um 7 lógaruppskot, eitt uppskot til samtyktar og eitt uppskot um fígging av eldraøkinum. Hoyringsfreistin er ásett til 18. juli 2011. Uppskotini hava verið viðgjørd á stýrisfundi í Kommunusamskipan Føroya 13. juli 2011.
Tilgongdin at fremja eina kommunala umskipan
Kommunsamskipan Føroyar átalar, at eitt uppskot av so stórum samfelagsligum týdningi verður sent kommununum við 14 daga hoyringsfreist mitt í summarsteðginum. Hoyringin er ein grundleggjandi partur av okkara fólkaræði, og tað er átaluvert, at kommunurnar ikki fáa høvi til at viðgera uppskotini á nøktandi hátt. Í ringasta føri kann hetta hava, við sær, at kommunala umskipanin fer fyri bakka ella verður seinkað í fleiri ár.
Kommunusamskipan Føroya metir tó, at kommunala umskipanin hevur so mikið stóran, samfelagsligan týdning, at felagið sær tað sum sína skyldu at viðgera uppskotini seriøst og konstruktivt.
Kommunubygnaður
Eitt samt stýri í Kommunsamskipan Føroya tekur undir við at skipa Føroyar í burðardyggar og virkisførar kommunalar eindir, ið kunnu átaka sær flest allar borgaratænastur. Kommunurnar eru tann myndugleikin, sum er best førur fyri at veita hesar tænastur og at tillaga tænasturnar til staðbundna tørvin eftir einum skynsamum bygnaðarligum og fíggjarligum leisti.
Kommunusamskipan Føroya ásannar, at verandi kommunubygnaður við 30 kommunum ikki er skynsamur, og neyðugt er at umskipa kommunala geiran, um fleiri týðandi málsøki skulu leggjast út til kommunurnar. Kommunsamskipan Føroya metir tó ikki, at ein tvungin samanlegging av kommununum kann fara fram uttan fyrilit fyri fólkaviljanum á staðnum.
Kommunusamskipan Føroya mælir tí landsstýrinum til at taka hædd fyri teimum hoyringsskrivum, ið koma frá einstøku limakommunum felagsins, og í samráð við einstøku kommunurnar og økini í landinum at finna fram til neyðugu semjurnar um nýggjan kommunalan bygnað. Um kommunurnar verða 7, 9,11 ella 13 í tali hevur ikki altavgerandi týdning. Avgerandi er, at arbeiðið við at umskipa kommunalan geiran heldur áfram við tí endamáli at fáa fleiri uppgávur til kommunurnar at umsita. Hetta er í síðsta enda til gagns fyri allar borgarar í landinum og ein týðandi fyritreyt fyri størri landafrøðiligari javnvág í menningini av føroyska samfelagnum.
Fígging
Kommunsamskipan Føroya tekur undir við, at afturberingarskipan, sum mælt verður til í uppskotinum, er ein partur av ætlaðu fíggingini av eldraøkinum, tá ið hendan verður løgd kommununum at umsita. Kommunusamskipanin hevur higartil ikki góðtikið, at blokkstuðul er ein partur av fíggingarleistinum, tá ið kommunurnar skulu yvirtaka málsøkið frá landinum. Kommunusamskipan Føroya er tó til reiðar viðgera aðrar fíggingarhættir enn skattaumbýti millum land og kommunur í víðari tilgongdini, eisini spurningin um hvørt blokkur kann gerast partur av samlaðu fíggingini.
Í hesum sambandi fegnast kommunusamskipanin um, at viðmerkingarnar til lógaruppskotini greitt leggja upp til, at endaligi fíggingarleisturin, og alt útgreinandi arbeiði viðvíkjandi eldraøkinum verður viðgjørt í tøttum samstarvi og samráðingum millum land og kommunur, bæði á fyrisitingarligum og politiskum stigi.
Hetta er alneyðugt, eisini havandi í huga, at útrokningar og framrokningar, sum fyriliggja í viðmerkingunum til lógaruppskotini og í uppskotinum um fíggingarleist, ikki eru dagførdar og í summum førum eisini eru skeivar.
Málsøkið og avgerðarrættur
Kommunusamskipan Føroya fegnast eisini um, at tað í uppskotinum til samtyktar, um at leggja eldrarøktina til kommunurnar, greitt framgongur, at talan verður um at skipa økið við eini rammulóg, ið skal virða frælsi kommunanna at skipa eldraøkið eftir egnum tørvi og sannføring og í tráð við staðbundin viðurskifti og siðvenju. Hetta eigur at vera ein grundleggjandi meginregla fyri øll málsøki, ið verða flutt frá landi til kommunur.
Kommunusamskipan Føroya vil í hesum sambandi eisini heita á landsstýrið um framhaldandi at viðgera onnur málsøki við tí endamálið at fáa eitt greiðari uppgávubýti millum land og kommunur.
Ein samlaður pakki
Stýrið fyri Kommunusamskipanina leggur enn sum áður áherðslu á, at umskipanin skal vera ein samlað heild, ein pakki, og undir ongum umstøðum eigur at verða sett í verk sum staklutir uttan samanhang. Kommunusamanleggingar, flytan av málsøkjum frá landi til kommunur, fíggingarleistur og lógargrundarlag skulu viðgerast undir einum.
Tí fer Kommunsamskipan Føroya undir ongum umstøðum at góðtaka, at bert einstøk lógaruppskot verða løgd fyri tingið til viðgerðar í heyst.
Soleiðis samtykt á stýrisfundi í Kommunsamskipan Føroya 13. juli 2011
Vegna stýrið í
Kommunusamskipan Føroya

Gunvá við Keldu Eyðun Christiansen
Forkvinna Aðalskrivari




