
Røða hjá Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, í sambandi við aðalfund í KSF 16. apríl 2010
Røða hjá Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, í sambandi við aðalfund í KSF 16. apríl 2010
Fyrst vil eg takka fyri, at eg eri boðin við her í dag og at eg havi fingið høvið at siga nøkur orð.
Ikki
tykkum at siga, so er tað av stórum týdningi við góðum samskifti og
samstarvi millum okkum landspolitikkarar og tykkum, ið umboða
kommunurnar.
Eg havi sjálv sitið hinumegin borðið í samráðingum,
so eg veit at viðhvørt kunnu bylgjurnar ganga harðliga, men tíbetur
koma semjurnar í allarflestu førum trygt í havn.
Partarnir eru
ikki altíð samdir, men vit hava eitt felags endamál – nevniliga føroyski
borgarin. Tí kýta vit okkum at samstarva og finna loysnir.
Føroysk
lóggáva er fløkt. Hetta kunnu flest øll skriva undir uppá. Og tað
merki eg hvønn einasta dag í mínum embæti. Eitt er, at okkum mangla
lóggávu á forsorgarøkinum, sum tryggjar borgaranum rættindir.
Harafturat
gevur galdandi lóggáva á bæði eldraøkinum og barnaverndarøkinum okkum
høvuðbrýggj hvønn einasta dag. Á hesum økjum er tað serliga ógreiða
uppgávu- og ábyrgdarbýtið, sum eru trupulleikin.
Ein tíðindamaður var og tosaði við meg herfyri, og skýrdi tað ein vavgreyt.
Eg vil ikki fara so langt, men tað er av avgerandi týdningi, at vit fáa greitt fløkjurnar.
Men
fortreytin fyri at fáa neyðuga gjøgnumskygni og veita eina rættvísa
tænastu, er at rudda verður í ábyrgdar- uppgávubýtinum millum land og
kommunur. Og at politisk støða verður tikin sum skjótast um, hvørt økið
skal leggjast út til kommunurnar at umsita ella ikki.
Í oktober
handaði kommunubólkurin landsstýriskvinnuni í innlendismálum álit um
eina framtíðar kommunuskipan. Talan er um ein veldigan reform á økinum.
Nú
veit eg væl, at øll ganga og tosa um reformar í dag. Bill Justinussen,
løgtingsmaður, skemtaði við, at tá løgmaður skiftir viðskeran á
landsstýrisfundum frá at vera Klovborgost til at vera Samsøost, so
verður tað rópt reformur.
Broytingarnar, ið samgongan arbeiðir
við á kommunuøkinum kunnu veruliga rópast ein reformur. Á fundi í
politiska kommunubólkinum, blivu vit samdar um ein leist, sum nú skal
tyggjast í samgonguflokkunum.
So eg tosi tí fyri egna rokning nú.
Talan er um ein samlaðan pakka, sum umfatar tal av eindum, hvørji øki skulu leggjast út og nær og fígging.
Samstundis sum nýggju eindirnar vera skipaðar, verður eldraøkið lagt út at umsita.
Nýggi
bygnaðurin leggur upp til, at kommunurnar fáa munandi fleiri uppgávur,
men eg ivist onga løtu í, at nýggju eindirnar megna at átaka sær hesa
ábyrgd.
Onkur hevur kanska hug at spyrja, hvat so hendir nú. Fara
landsmyndugleikar nú at sita hendir í favn og lata økini forfalla, tí
teir ikki kenna ábyrgd av tí longur?
Nei, tvørturímóti.
Eg havi ongantíð krógvað, at eg haldi at kommunurnar eiga at fáa fleiri og størri uppgávur. At kommunurnar fáa størri ábyrgd.
Eg vil tí gera mítt ítasta til, at fyrireika eldraøkið til yvirtøku.
Í
løtuni verður arbeitt við at samskipa eldraøkið í tey økini, sum eru í
dag eftir sama leisti sum í Sandoynni, men tað verður tikið hædd fyri,
at tað kunnu gerast broytingar.
Tað vil siga, við einari visitatión
og einari upptøkunevnd, soleiðis at tað er økisleiðarin, sum hevur
ábyrgdina av øllum, sum hava tørv á røkt, búðplássi, heilsutænastu,
heimahjálp, mattænastu ella vardum dagtilboði.
Yvirskipað tryggjar hetta, at skipanin verður einføld og gjøgnumskygd.
Fyri okkara eldru merkir hetta, at tað verður ein og sama hurð inn í eldrarøktina.
Neyðugt
er at hava eina upptøkunevnd fyri hvørt økið, sjálvt um samskipanin av
heimahjálp/heimasjúkrasystrum út frá heiminum, ikki verður gjøgnumført
beinanvegin á øllum heimum.
Hetta fyri at fáa ein so skynsaman
rakstur av eldraøkinum sum gjørligt, og ikki minst at tryggja at tað er
tørvurin, sum er avgerandi fyri um ein fær búpláss ella um heimahjálp
kann hjálpa upp á støðuna, fyri at kunna verða heima sum longst í egnum
bústaði.
Hoyringsfundur var fríggjadagin har kommunufeløgini, stýri,
økisleiðarar, stovnsleiðarar vóru umboðað. Heilt greiði boðskapurin hjá
kommunufeløgunum var, at tað er alneyðugt at rudda upp í uppgávu og
ábyrgdabýtinum millum land og kommunur, ongantíð ov skjótt.
Hesum verður eisini arbeitt við nú.
Tí
er fyrsta stig hjá mær, at fáa greitt hesar fløkjur, at fáa skipað
eldrarøktina skynsamt og trygt í nakrar sterkar eindir, so økið verður
búgvið at lata kommunum at umsita og menna.
Men hetta geri eg
ikki einsamøll. Tað er bert í einum tøttum samstarvi við tykkum, at
hetta fer at bera til. So skjótt sum politiska kósin verður endaliga
meldað út, fari eg at heita á tykkum í kommunufeløgunum um samstarv.
Í
felag gera vit eina neyva ætlan fyri hvussu eldraøkið skal leggjast út.
Haldi sjálv at samstarvið sum var millum Almannamálaráðið og
kommunurnar í sambandi við Kommunuálitið var fyrimyndarligt. Vónin er,
at vit kunnu taka tráðin upp og byggja víðari á hetta arbeiðið.
Tað
vísir seg ofta, at tá byrjað verður upp á at gera broytingar, eru fleiri
ting sum koma til sjóndar, sum ger tað trupult at gjøgnumføra. Sum dømi
kann nevnast, at vit eru komin eftir, at lóg forðar fyri at heimahjálp
arbeiðir inni og út frá einum røktarheimi. Og tískil kann heldur ikki
veitast náttarvakt út frá einum røktarheimi til privat heim.
Hetta er dømi upp á hvussu trupult tað er at gera broytingar. Tí má útleggingin fyrireikast væl og í góðari tíð.
Men eg havi sera góða vónir.
Eitt annað øki, har uppgávubýtið ofta elvir til høvuðbrýggj, er barna- og ungdómsøkið.
Álit
varð handað á Grækarismessu og skal nú viðgerast bæði innanhýsis í
Almannamálaráðnum, í samgongu og saman við kommununum og øðrum, ið hava
varða av arbeiðinum.
Lat meg siga beinanvegin, at álitið um
barna- og ungdómsøkið ikki er knýtt at ætlanini sum eg, Helena og
Annika, í dag leggja fram. Men eg vil eisini sláa fast, at tað at álitið
ikki er viðgjørt, ikki er ein forðing fyri, at landsstýrið nú skal taka
avgerð um “pakkan”.
Í álitinum verður víst á fleiri ting sum
ikki eru nøktandi, og samstundis verður mælt til ymiskar broytingar.
Talan eru um broytingar, ið ávirka bæði landið og kommunurnar og tí
krevja eisini hesar broytingar, at vit draga somu línu.
Endamálið hava vit í felag – at børnini og familjurnar fáa eina so góða hjálp sum gjørligt.
Hóast álitið enn ikki viðgjørt politiskt, so havi eg hug at tríva í nakrar av niðurstøðunum.
Tað
fyrra er, at tað í álitinum verður víst á, at familjur við serligum
tørvi eiga at hava “eina felags hurð” til tað almenna. Í hesum liggur:
1.
At barnavernd og “brek” eiga at verða hugsað saman – soleiðis at tað er
tørvurin hjá tí einstaka, sum er í fokus, og ikki hvørjari lóg
viðkomandi er fevndur av.
2. At kommunalu deildirnar verða samskipaðar við aðrar myndugleikar á økinum.
3. At familjur við serligum tørvi skulu hava eitt stað at venda sær.
Vit kenna øll til trupulleikan, at familjur renna frá Peri til Pól fyri at fáa røttu svarini. Tí er tørvur á samskipan.
Niðurstøðan í álitinum er, at hendan “felags hurðin”, eigur at vera so nær borgaranum sum møguligt. Tað er hjá kommununum.
Víst
verður eisini á, at kommunalu deildirnar, NSR-tænasturnar og
heilsufrøðingarnir (Gigni) eiga at verða samskipað í tvørfaklig toymi
úti í kommununum – og at hesi koma at halda til undir somu lon.
Kommunurnar ávísa og gjalda longu í dag høli til hesar skipanir.
Eisini
verður víst á, at barnaverndarøkini eiga at verða størri enn tey eru í
dag – tillagað nýggja kommunala bygnaðinum, tí um kommunurnar skulu
umsita bæði barnavernd og brek, má talan verða um størri kommunalar
eindir.
Tað seinna eg vil taka fram, eru stovnarnir og Stuðulsfólkaskipanina fyri børn.
Í
álitinum verður mælt til, at hesi verða løgd til ein felagskommunalan
stovn at umsita – og at sami stovnur eisini skal umsita
fosturforeldraskipanina. Harafturat skulu kommunurnar eisini hava
ábyrgdina, tá einki nøktandi tilboð er í Føroyum.
Talan er um ein
felags kommunalan stovn, fyri at tryggja, at fakligur serkunnleiki er
til tilboðini og skipanirnar, umframt at hetta er neyðugt fyri at
raksturin gerst skynsamur.
Eg veit frá royndum, at kommunurnar
ferð eftir ferð renna seg í tann trupulleika, at landið ikki hevur tey
tilboðini, ið kommunurnar eftirspyrja. Samstundis hevur landið
etableraði tilboð, ið kommunur ikki brúka. Tað er stak óheppi.
Kommunurnar
kenna best til tørvin, og tí er tað ein ávísur logikkur í, at tær
eisini hava ábyrgd av stovnstilboðunum. Men sum skipanin er, so mugu vit
royna at fáa tað besta úr tilfeinginum sum er.
Eitt nú undrar
tað meg, at nýggi Familjudepilin stendur tómur, hóast vit hava ein
staðfestan tørv á slíkum tilboði. Eg vil heita á tykkum at brúka tær
fyriskipanir, ið eru, tí annars verður hon niðurløgd.
Álitið
lýsir eisini aðrar fyrimunir við einum felags kommunalum stovni. Tað
verður mett, at tá hesi tilboð og skipanir eru undir sama myndugleika,
vilja hesi stuðla hvørjum øðrum og betur “flow” verður ímillum
skipanirnar, soleiðis sum tørvurin broytist, stutt sagt: man fær
útnyttað skipanirnar betur.
Um hesar broytingar verða framdar,
koma kommunurnar at hava ábyrgdina av øllum børnum og ungum í aldrinum 0
– 18 ár (ella møguliga 21 ár).
Bæði kommunufeløgini hava áður
boðað frá, at tey eru sinnað til at yvirtaka økið, um semja annars fæst
um treytirnar fyri yvirtøkini, her undir fíggingini.
Eg haldi
avgjørt at hetta er ein áhugaverdur spurningur, men eg vil endurtaka, at
hetta als ikki er viðgjørt nærri í hvørki landsstýri ella samgongu.
Eg
kann tó sipa til samgonguskjalið, har tað stendur, at møguligir
fyrimunir skulu lýsast við at samskipa alt barnaverndarøkið undir einum
felags kommunalum myndugleika.
Eftir mínum tykki, eru fleiri av
tilmælunum í álitinum sera áhugaverd. Álitið verður eisini ein týðandi
partur av tí endurskoðan av Barnaverndarlógini, sum skal fremjast fyrst í
komandi ári, og eg hugsi mær, at tær broytingar, ið vit verða samd um
at fremja, verða ein partur av tí arbeiðinum.
Um eg skal taka
samanum her at enda, so vil eg siga, at eg havi eina grundaða trúgv
uppá, at fløkta uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, fer
at gerast nógv greiðari nú.
Nógv fyrireikandi arbeiði er gjørt,
sum staðfestir, at tingini eru fløkt. Upprit og álit eru skrivað og
tilmælir eru løgd fram.
Tað sum tørvur er á nú, er at vit
politiskt taka eina støðu, um hvussu vit velja at loysa fløkjurnar. Vit í
politiska kommunubólkinum eru samd um ein góðan og greiðan leist, og eg
trúgvi uppá, at vit við hesari semju eru komin eitt risafet nærri
einari loysn.
Framhaldandi góðan aðalfund.
Takk fyri!
Røða hjá Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, í sambandi




