Read speaker

Reglur um atkvøðugreiðslu og almenni í kommunustýrinum

 Reglur um atkvøðugreiðslu og almenni í kommunustýrinum


Í hesum stutta riti skal eg siga eitt sindur frá reglunum um viðtøkuføri og atkvøðu í kommunustýrinum og frá reglunum um almenni. Tað fyrivarni verður kortini tikið, at plássið er avmarkað, og at viðgjørdu evni bara kunnu lýsast heilt yvirskipað á so lítlum plássi.


Krøv til viðtøkuføri og meiriluta

Kommunustýrislógin sjálv sigur ikki so nógv um krøv til viðtøkuføri og meiriluta. Einans tvær ásetingar eru um hetta í § 14, stk. 1 og 2. Tær ljóða so:

”Kommunustýrið er viðtøkuført, um í minsta lagi helmingurin av kommunustýrislimunum er á fundi.
Stk. 2. Er einki annað ásett, er uppskot samtykt, tá ið fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti. Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið.”

Sum fyrsta stykki í § 14 sigur, er kommunustýrið viðtøkuført, tá í minsta lagi helmingurin av kommunustýrislimunum eru á fundi. Hetta er greið áseting, ið neyvan elvir til iva.

Annað stykki í § 14 er kanska ikki eins greitt. Hetta stykki varð broytt í apríl í 2003. Upprunaliga var stykkið soljóðandi:

”Stk. 2. Um einki annað er fyriskipað, er eitt uppskot samtykt, tá ið meirilutin av teimum, ið greiða atkvøðu, hevur atkvøtt fyri uppskotinum. Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið.”

Endamálið við broytingini var at broyta atkvøðuháttin í kommunustýrinum, so at hann bleiv sum eitt nú í Løgtinginum, har uppskot verða samtykt við vanligum meiriluta. Eftir orðaljóðinum – men kortini neyvan í praksis – var ikki nóg mikið sambært gomlu ásetingini, at fleiri atkvøður vóru fyri einum uppskoti enn ímóti. Gamla orðingin av § 14, stk. 2, hevði við sær, at um t.d. 7 kommunustýrislimir vóru á fundi, 3 atkvøddu fyri, 2 ímóti og 2 blankt, so var uppskotið fallið.

Sambært nýggju § 14, stk. 2, er gjørt heilt greitt, at tær blonku atkvøðurnar eru neutralar og telja tí ikki við til at fasthalda eina verandi støðu. Tí kunnu 7 kommunustýrislimir greiða atkvøðu, og uppskotið verður viðtikið við 3 atkvøðum fyri, 2 ímóti og 2 blonkum. Við øðrum orðum eru tað nú bara teir kommunustýrislimir, ið hava eina støðu – fyri ella ímóti – ið avgera málið; tó er tað sjálvandi eisini ein treyt, at reglurnar um viðtøkuføri í § 14, stk. 1, eru loknar.

Í § 33 í kommunustýrislógini finnast reglurnar um viðtøkuføri og atkvøðuhátt hjá føstu nevndunum. Reglurnar um viðtøkuføri eru tær somu sum § 14, stk. 1, ásetir í mun til kommunustýrið. Men her er tað kortini hent, at tá lógin varð broytt í 2003, tá varð § 33, stk. 2, um atkvøðuháttin ikki broytt samsvarandi § 14, stk. 2. Fólk, ið vóru við til at gera uppskotið til lógarbroytingina, hava sagt, at hetta er ein gloymska; ætlanin var sjálvandi eisini at broyta atkvøðuháttin í nevndunum á sama hátt sum í býráðnum.

Tá munurin á atkvøðuhátti millum kommunustýri og nevndir í verandi lóg ikki er tilvitaður, men stavar frá eini gloymsku, eigur atkvøðuhátturin í nevndunum eftir eini endamálstulking at tulkast í ljósinum av háttinum í býráðnum, soleiðis at eisini nevndirnar atkvøða á sama hátt sum kommunustýrið ger sambært § 14, stk. 2.


Raðfylgja í ymiskum málum

Í mun til atkvøðugreiðslu er umráðandi at hava fyrlit fyri, at uppskot, ið koma til atkvøðugreiðslu eru so mikið neyvt orðað, at greitt er, hvat kommunustýrið hevur samtykt, t.d um umsóknin verður gingin á møti, um loyvi verður givið, og hvørjar treytir eru v.m. Skulu broytingar gerast til uppskotið, ið er til viðgerðar, ella eru onnur uppskot, ið hava ávirkan á uppskotið, er tískil neyðugt, at greidleiki er frammanundan um atkvøðuháttin, og hvat atkvøtt verður um.

Sambært støðuni, ið borgarstjórin eftir m.a. § 20, stk. 2, í kommunustýrislógini hevur í leiðsluni av kommunustýrinum, vil tað vera hann, sum ger av, eftir hvørji raðfylgju málini koma til viðgerðar. Umframt kommunustýrislógini kann hetta eisini framganga av kommunustýrisskipanum, eins og tað natúrliga kann verða ásett í fundarskipanum fyri einstøku kommunurnar.

Vanliga elvir tað ikki til trupulleikar, hvørji mál koma fyrst. Tað er vanlig siðvenja og stendur m.a. eisini í fundarskipanini fyri Tórshavnar kommunu og í danska ”Normalforretningsorden for kommuner”, at borgarstjórin ræður fyri raðfylgjuni, men at broytingaruppskot tó skulu setast til atkvøðugreiðslu hvørt eftir annað áðrenn upprunauppskotið. Somu skipanir leggja tó rættin til at áseta raðfylgjuna til kommunustýrið, um í minsta lagi 3 kommunustýrislimir krevja atkvøðu um framferðarhátt.

Men støður kunnu íkoma, har tað ikki er so einfalt. Tað kann t.d. koma fyri, at tvey ella fleiri mál, ið av einari ella aðrari orsøk innanhýsis útiloka hvørt annað, skulu leggjast fyri kommunustýrið. Hvussu skal raðfylgjan tá vera, ella kunnu møguliga øll uppskotini verða løgd fram undir einum? Hvørki kommunustýrislógin, kommunustýrisskipanirnar ella fundarskipanirnar geva nakra vegleiðing um slíkan spurning.

Danski kommunurættarserfrøðingurin Erik Harder skrivar í bók síni um kommunustýrið frá 1988 (”Dansk Kommunalforvaltning I, Kommunalbestyrelsen og dens udvalg”) eitt sindur um líknandi viðurskifti. Harder heldur, at borgarstjórin í eini slíkari støðu kann velja at taka eina atkvøðugreiðslu fyri at meta um, hvat uppskot ella tilmæli, ið býráðslimirnir fyrst vilja hava lagt fyri til atkvøðugreiðslu. Síðan verður fyrst atkvøtt um tað uppskotið, ið semja var um at taka fyrst. Aftaná tað kann tað gott verða so, at tað ikki gevur meining at fara at atkvøða fyri tí næsta, tí at undirtøka fyri tí fyrra inniber, at kommunustýrislimur ikki kann taka undir við tí seinna eisini. Harder nevnir eisini tann møguleika, at fleiri mál, ið útiloka hvørt annað, koma til atkvøðugreiðslu undir einum, og eisini hetta mælir hann borgarstjóranum til at lata kommunustýrislimir sjálvar gera av.

At talan her ikki er um, hvat kommunustýrislógin sjálv sigur, men meira um vegleiðandi meginreglur í mun til tað, ið serkøn halda vera skilagott, merkir eisini, at hetta ikki eru løgfrøðiligar reglur, men í mesta lagi óskrivaðir normar í mun til mannagongd. Er býráðslimur ónøgdur við framferðarhátt, má hann tískil siga frá beinanvegin á fundinum, tí ivasamt er, um kommunustýrissamtykt kann verða sett til síðis seinni sum ógildug einans vegna óhepna mannagongd.


Kommunustýrisfundir altíð almennir

Sambært § 26, stk. 1, í kommunustýrislógini eru kommunustýrisfundir almennir. Endamálið við almennum kommunustýrisfundum er serliga at geva veljararunum betri møguleika at útinna fólkaræðisliga eftirlitið við kommunustýrinum. Sama grein sigur tó víðari, at ”um neyðugt, kann kommunustýrið gera av, at mál, sum t.d. persónsmál, skulu verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum.”

Í sambandi við henda møguleikan at viðgera mál fyri afturlatnum hurðum er vert at leggja til merkis, at kommunustýrislógin loyvir ikki, at ein heilur kommunustýrisfundur verður fyri afturlatnum hurðum. Lógin loyvir einans, at einstøk mál kunnu verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum.

Serliga mál, har neyðugt er at meta um persónligu viðurskiftini hjá einstaklingum, vilja vera slík, ið eiga at verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum. Her er kortini at hava í huga, at tað, at talan er um upplýsingar um einstakar persónar, er ikki í sjálvum sær nokk til at lata hurðarnar aftur. Treytin er, at talan er um heilt privat viðurskifti hjá einstaklingum ella aðrar trúnaðarupplýsingar. Í § 27, stk. 1, í fyrisitingarlógini verða nevnd hesi dømi um heilt privat viðurskifti hjá einstaklingum: upplýsingar um ættarslag, trúgv, og húðalit, um politisk, felagsskaplig, kynslig og revsiverd viðurskifti eins og upplýsingar um heilsuviðurskifti, stórar almannatrupulleikar og misnýtsla av njótingarevnum. Eisini verða upplýsingar um familjuviðurskifti, inntøku- og ognarviðurskifti, ið ikki eru frítt atkomuligir fyri onnur, vanliga roknaðir sum upplýsingar um heilt privat viðurskifti. Sum nevnt eru eisini aðrir trúnaðarupplýsingar enn um heilt privat viðurskifti hjá einstaklingum, ið kunnu grunda, at mál verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum.

Umframt nevndu trúnaðarupplýsingar og privatu viðurskiftini hjá einstaklingum verða eisini mál um keyp, sølu ella veðseting av fastari og mál um tilboð at gera arbeiði fyri kommununa mett sum mál, ið eiga at verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum.

Annars fæst vegleiðing eisini í lógini um alment innlit, tí upplýsingar, ið koma undir innlit, eru vanliga ikki trúnaðarupplýsingar.

Tað ber kortini neyvan til framman undan greitt at siga, hvørjir upplýsingar eru slíkir, ið kunnu grunda afturlatni í ítøkiligum máli; hetta verður altíð ein ítøkilig meting, og har leggur lógin tað til kommunustýrið at gera av, nær málið er av slíkum slag, at afturlatni er hóskandi. Tó kunnu borgarstjórin ella 1/3 av kommunustýrislimunum altíð krevja, at viðgerðin av sjálvum spurninginum um, hvørt hurðarnar skulu latast aftur, fer fram fyri afturlatnum hurðum.





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
 

Limakommunurnar

Tórshavn