Rættleiðingar og viðmerkingar til rættleiðing frá landsstýriskvinnuni í innlendismálum
Rættleiðingar og viðmerkingar til rættleiðing frá landsstýriskvinnuni í innlendismálum
Rættleiðingin
hjá landsstýriskvinnuni í innlendismálum styrkir tíverri bert um
illgrunan um, at veruligt javnbjóðis samskifti um kommunureformin ikki
er á dagsskránni.
Eg bað sum formaður í Kommunusamskipan
Føroya um, at umboð fyri kommunufeløgini koma við í arbeiðsbólkin – ikki
sum landsstýriskvinnan skrivar, um at formaðurin skuldi við. Tað sum um
ræður er, at kommunalu sjónarmiðini verða umboðað frá fyrsta degi. Hvør
persónur ið er við hvar, tað hevur so nógv minni at siga.
Eg
ivist onga løtu í, at landsstýriskvinnan meinar tað, tá hon sigur seg
vilja virða kommunala sjálvræði. Men nøkur hugtøk í rættleiðingini eru
komin heilt skeivt fyri, og kanska er tað tað, sum ger, at
niðurstøðurnar hjá landsstýriskvinnuni hesaferð ikki eru so hepnar.
Ein
fylgibólkur hevur, sum heitið sigur, til uppgávu at fylgja við í eini
tilgongd. Bólkurin sum landsstýriskvinnan nevnir fylgibólk, skal við
hennara orðum “....finna fram til neyðugar semjur á kommunala økinum”
Tað ljóðar meira sum ein arbeiðsbólkur enn sum ein fylgibólkur.
Hvørki
fylgibólkar ella arbeiðsbólkar eru til í mun til stýrisskipanina, og
einasta ferð, ið politisku flokkarnir á Tingi verða nevndir í
Stýrisskipannarlógini, er í § 28, ið er um, tá ið løgmaður verður
tilnevndur. Tað er tí positivt skeivt at siga, at tað er móti
stýrisskipanini, at umboð fyri kommunurnar vera við í arbeiðsbólkinum.
Sjálvandi skulu vit vera við. Har er ongin formlig forðing, tað er bert
ein spurningur um vilja. Her hevur vegleiðingin til landsstýriskvinnuna
ikki verið nóg góð. Um vit endiliga skulu vera formalistisk, so kunnu
vit harafturímóti í læruni um valdsbýti finna sera prinsipiellar
stýrisskipannarligar grundgevingar ímóti at parlamentarikarar og
stjórnarlimir orða politikk saman í einum arbeiðsbólki. Men heldur ikki
tað stendur nakað um í okkara stýrisskipanarlóg, so latum okkum heldur
leita eftir loysnum, ikki forðingum.
Og hví skulu vit lata okkum
avmarka av tí, sum stendur í álitinum frá komunalu umskipanarnevndini?
Hon fekk ein bundnan setning frá landspolitiska myndugleikanum. Ikki
tað, nógv er gott í álitinum, men nevndin kundi ikki seta seg útum
setningin, og tí eru nøkur eyðsæð viðurskifti eftir at viðgera. Latum
okkum taka tey við nú beinanvegin.
Nei, kommunurnar eiga ikki
fyrr enn til seinast í tilgongdini at fáa greitt at vita, hvat skal
henda á kommunuøkinum. Fyrst mugu vit sleppa framat at hjálpa
landspolitiska myndugleikanum at seta orð á trupulleikar og møguleikar á
kommunuøkinum. Tástani hava landspolitikararnir eitt haldgott
grundarlag at gera semju á. Um tilgongdin byrjar við, at
landspolitikararnir fara haldandi fyri eygu og oyru undir pott at finna
saman um eina semju uttan at taka ímóti teirri vitan, sum kommunurnar
kunnu geva teimum fyrst, so er tann politiska semjan deyðadømd,
beinanvegin sum hon møtir kommunupolitiska veruleikanum.
Tað er
eitt stórt mál, ið landsstýriskvinnan hevur sett sær, at fara á fund við
allar kommunurnar hvør sær. Eg kann tó ikki lata vera við at stúra
fyri, at ein so stór odyssé ikki kann annað enn taka so nógva orku, at
ov lítil orka verður eftir til at arbeiða við umskipanini. Vit hava ikki
minni enn tvey kommunufeløg at samansjóva áhugamálini hjá kommununum,
finna semjur og umboða kommunalu sjónarmiðini hjá bæði størri og smærru
kommununum.
Alt gott um hoyring, men tað frægasta sum ber til at
fáa burtur úr eini hoyring er, at vit pjøssa uppá ringastu lýtini í
ætlaðu loysnunum. Hoyring formar ongan politikk, hon er eitt trygdarnet.
Tað
kann ikki bera til, at misskilt formalistisk atlit skulu vera orsøkin
til, at vit enn einaferð einans fáa eina hálvgum samanhangandi og illa
gjøgnumhugsaða loysn fyri kommunuøkið.
Verður hetta endin, verður
úrslitið júst sum seinast, at longu áðrenn hesin kommunureformurin er
komin á tingborð, stendur øllum greitt, at vit mugu fáa ein aftrat. Og
so verður støðan júst sum landsstýriskvinnan lýsir hana í dag:
“Kommunubygnaðurin hevur í mong ár staðið ovast á breddanum hjá
politikarum”. Hetta má halda uppat. Vit mugu skapa eina so góða loysn,
at tey næstu nógvu árini fara vit at tosa innihald, heldur enn bygnað.
Hinum er for lítið flog yvir. Tað fer enn einaferð at skerja, tálma og
benda menningina á kommunuøkini, og vit kunnu sum onki røkka longur:
Vit
í kommununum hava vitan, innlit og sjónarhorn sum landspolitikarar ikki
kunnu hava, hvussu fegin tey so vilja – og øvut, sjálvandi. Tí sigur
tað seg sjálvt, at vit fáa eina nógv heilari og betri loysn fyri bæði
land og kommunur, um vit seta okkum saman við eitt borð, og tosa opið um
trupulleikar og møguleikar, áðrenn nøkur uppskot til loysn verða sett á
blað.
Mín boðskapur er tí, at landspolitikarar og
kommunupolitikarar taka lógvatak beinanvegin. Og á tí grundarlagi, sum
okkara embætisfólk saman við serfrøðingum á økinum við kommunuálitinum
hava framleitt, í felag skapa grundarlagið undir eini tryggari loysn,
kommunala sjálvræðinum at frama. So kunnu vit gevast við at tosa bygnað,
og í staðin tosa um, hvussu vit dag um dag gera landið liviligari og
betri. Á øllum økjum, og í øllum kommunum.
Heðin Mortensen
Formaður í kommunusamskipan Føroya
Rættleiðingar og viðmerkingar til rættleiðing frá land




