
Ongan kommunureform uttan veruligt innihald
Í fyrstu formansfrágreiðing sínari í KSF legði Gunvá við Keldu dent á, at kommunureformurin má vera ein samlaður pakki við veruligum innihaldi og ikki bert ein spurningur um kommunusamanlegging.
Fríggjadagin 15. apríl 2011 hevði Kommunusamskipan
Føroya (KSF) ársaðalfund, ið var tann fyrsti hjá Gunvá við Keldu sum
forkvinna.
Í røðu sínari umrøddi Gunvá nøkur av niðanfyri
standandi viðurskifti, sum vit her endurgeva í stuttum. Samlaða røðan
kann lesast á heimasíðuni hjá www.ksf.fo
Tíðin er merkt av stórum reformum
Alt
hetta valskeiðið hevur verið tosað um kommunal-, fólkaskúla- og
pensjónsreform, og legði Gunvá við Keldu í formansfrágreiðingini
størstan dentin á at umrøða nøkur av hesum stórmálum.
Generelt
staðfesti forkvinna, at ósemjan millum flokkarnar í tí nú fyrrverandi
ABC-samgonguni á løgtingi hevur verið somikið grundleggjandi, at tað
hevur ikki eydnast at fremja nakran av hesum reformum, og ivasamt er,
hvørjar reformar minnilutasamgongan millum B og C fær stuðul til at
fremja, nú tað styttist til løgtingsval.
Kommunureformurin meir enn samanlegging
Av
fyrstum ætlaði landsstýrið, at bert landspolitikarar skuldu manna
politiska fylgibólkin, men eftir mótmæli frá kommununum varð hetta
broytt, og eftir hetta hevur KSF lutvíst verið umboðað í hesum arbeiði,
sum er sjálvsagt – eisini í grannalondum okkara.
KSF hevur í allari
tilgongdini – hóast kommunurnar ikki eru samdar í øllum lutum – sett sær
fyri at viðgera øll uppskot, sum koma frá landsins síðu konstruktivt og
positivt.
Tað liggur tó fast – sum kommunustýrislimir úr øllum
limakommunum KSF`s samtyktu í sonevnda “Klaksvíksskjalinum” – at
kommunureformurin skal vera ein veruligur reformur, ein samlaður pakki,
og ikki enda við einans at gerast ein spurningur um at leggja kommunur
saman í størri eindir – og bert tað. Her krevur eitt økt innihald av
málsøkjum at fylgja við.
Fólkslig tilgongd – við eini freist
KSF hevur altíð ført fram, at kommunusamanlegging í fyrstu atløgu eigur at fara fram sjálvboðin.
Hinvegin
hevur KSF eisini ásannað, at verandi skipan við 30 kommunalum eindum,
ið eru sera ymiskar í stødd og virkisføri, ikki er nøktandi, nú talan er
um at yvirtaka stór málsøki frá landinum.
Í Klaksvíksskjalinum varð
tí mælt til, at freist verður sett fyri, nær kommunurnar skulu hava
skipað seg í burðardyggar og virkisførar eindir, ið eru førar fyri at
yvirtaka slík mál, eitt nú fólkaskúla og eldraøki.
Eldraøkið ov illa lýst og útgreinað
Í landspolitisku skipanini hevur verið størri undritøka fyri at lata kommununum eldraøkið at umsita, heldur enn fólkaskúlan.
KSF
hevur sum heild tikið undir við, at ein møgulig útlegging av
eldraøkinum verður fíggjað við, at frádráttir verða tiknir úr kommunalu
skipanini og lagdir til landið at fíggja. Hetta er í samsvari við
meginregluna um, at hann, ið valdar, eisini skal gjalda.
Eisini er
týdningarmikið at nevna, at tílíkur fíggingarháttur er útjavnandi, við
tað at øki við nógvari fiskivinnu við hesum hátti fáa sama
skattagrundarlag sum aðrar kommunur.
KSF hevur tó gjørt vart við, at
nógv neyvari fíggjarligar útgreiningar mugu gerast av eldraøkinum, sum
verður ein hin størsta búskaparliga avbjóðingin í okkara samfelag í
framtíðini.
Eisini er umráðandi fyri hesa útlegging, at eldralógin –
ið verður grundarlag undir eldraøkinum, tá ið tað í framtíðini verður
kommunalt – verður ein rammulóg, ið gevur kommununum rásarúm at finna
staðbundnar loysnir, heldur enn ein lóg sum stýrir kommununum út í ytstu
æsir og harvið ger skipanina stirvnari og dýrari at umsita.
Pensjónsreformurin
Víðari
í formansfrágreiðing sínari segði Gunvá við Keldu, forkvinna, at KSF
fegnast um, at loksins eru útlit til, at ein pensjónsreformur verður
samtyktur. Fyri kommunurnar er umráðandi, at allir borgarar eru
fíggjarliga tryggjaðir á ellisárum, serliga nú sannlíkt er, at
kommunurnar fáa alsamt størri ábyrgd av eldraøkinum annars.
Mest
týðandi broytingin í pensjónsreforminum er, at frameftir verða allar
pensjónsveitingar skattskyldugar, sum førir við sær, at landskassin fær
eitt stórt hall, og kommunurnar fáa stórt yvirskot.
Metta yvirskotið
hjá kommunala geiranum er áleið 100 mió. kr. svarandi til umleið 1,25
skattaprosent, sum lagt verður upp til, at kommunurnar lækka sín skatt,
meðan landskassin hækkar sín skatt samsvarandi, soleiðis at
skattatrýstið á hin einstaka verður óbroytt.
Her hevur
Fíggjarmálaráðið sett fram ynski um bindandi avtalur við hvørja einstaka
kommunu, meðan KSF hinvegin hevur gjørt vart við, at bindandi avtalur
ikki eru rætta loysnin, men heldur ein felags yvirskipað avtala.
Ein
annar trupulleiki við fyriliggjandi uppskoti til pensjónsreform er, at
fíggjarligu avleiðingarnar ikki eru eins fyri allar kommunur. Arbeitt
verður við hesum.
Fólkaskúlin við tíðini latast kommununum
Ætlaði
fólkaskúlareformurin varð tikin aftur, eftir at eitt nú KSF harðliga
hevði mótmælt ætlanum Mentamálaráðins at gera verandi tvíbýti til eitt
tríbýti, har kommunurnar skuldu tvingast inn í skúlasambond ella eitt
slag av økisfyrisitingum.
Nú snýr uppskotið seg í høvuðsheitum um, at
endaliga avgerðin at leggja skúlar niður nú er latin kommunustýrinum at
taka støðu til at loyva samstarvi um 10. flokk yvir um kommunumørk og
at loyva stovnseting av sjálvstøðugum skúlum fyri 10. flokkar.
Í
formansfrágreiðingini staðfesti Gunvá við Keldu, at fyri KSF er hetta
enn eitt týðiligt dømi um, hvussu trupult tað er at fremja
grundleggjandi og bygnaðarligar broytingar á einum øki, tá ið tveir
myndugleikar hava ábyrgdina av tí.
Tískil er eingin ivi um, at KSF,
sum felagsskapur eigur, at arbeiða fyri, at eisini fólkaskúlin við
tíðini verður latin kommununum at umsita.
Lógaruppskot fáa ov stutta hoyringsfreist
KSF
hevur í áravís gjørt vart við, at hoyringsfreistirnar eru ov stuttar,
tá ið landið sendir lógaruppskot til hoyringar hjá kommununum, men
kortini hevur landsstýrið – eisini hesa setuna – hildið fram við hesari
ónøktandi mannagongd umframt til tíðir ófullfíggjaðar lýsingar av
viðkomandi uppskoti.
KSF skjýtur tí enn einaferð upp regluligar og
formligar fundir millum landsstýrið og KSF, har greið avtala verður
gjørd partanna millum um politisk mál, ætlaðar broytingar, uppskot o.t.,
ið snúgva seg um kommunala geiran.
Yvirdrivna eftirlitið tyngir kommunurnar
Trongdin
hjá ymsu ráðstovunum at hava eftirlit við kommununum niður í smálutir
er eisini ein tyngjandi trupulleiki hjá kommununum.
Serliga er tað
Fíggjarmálaráðið, sum seinastu tíðina hevur havt hug til at fara í
smálutir við sínum eftirliti. Ætlan Fíggjarmálaráðsins um at gera neyvar
ásetingar viðvíkjandi bruttoskuldini hjá kommununum er eitt gott dømi
um uppílegging í innanhýsis viðurskifti hjá kommununum. KSF fanst
hvassliga at hesi ætlaðu áseting og tykist Fíggjarmálaráðið nú at hava
slept henni. Onnur aðalráð hava eisini ætlanir um eftirlit niður í
smálutir, eitt nú hevur Vinnumálaráðið havt ætlanir um at gera felags
innkeyps- og útbjóðingarreglur fyri kommunugeiran. Her mælir KSF heldur
til vegleiðandi reglur og leiðbeiningar.
Sjálvsagt skulu vit hava
reglur at ganga eftir, men KSF sær stóran vanda í hesum ráki, ið kann
gerast ein vanlukka fyri samfelagið og fólkaræðið og enda við, at vit
kollsigla av ovurumsiting.
Ikki er neyðugt at hava so neyvt eftirlit
við kommunugeiranum, sum longu stendur til svars fyri veljaranum fjórða
hvørt ár. Her liggur jú tað veruliga fólkaræðisliga eftirlitið.
Samstarv við landið
Hóast
tað kann tykjast, sum at land og kommunur ofta stríðast ímóti hvørjum
øðrum, so eru eisini fleiri dømi um fyrimyndarligt samstarv millum
partarnar, segði forkvinnan í KSF og tók fram SSP-samstarvið og
Listaleypin sum dømi.
Eisini nevndi forkvinnan málið um at skipa
allar kommunurnar í eitt og sama kommunufelag, sum KSF grundleggjandi
tekur fult undir við, men sum tó ikki hevur verið raðfest frammarlaga
seinasta árið. Beinleiðis atvoldin til hetta er óvissan um
kommunureformin.
Kommunurnar eru nærri fólkinum
Gunvá við
Keldu, forkvinna í KSF, endaði sína formansfrágreiðing við at sláa fast,
at kommunurnar í KSF vilja vera við til at fremja eina samfelagsliga
umskipan, har burðardyggar og virkisførar kommunur umsita øll
viðurskifti, sum hava beinleiðis týdning fyri einstaka borgaran.
Kommunurnar
skulu verða ein nógv meiri avgerandi partur av fólkastýrinum, har
nærleikin millum politikara og borgara tryggjar betri tænastu, betri
umsiting og betri møguleikar fyri virknari borgaraluttøku – og harvið
samfelagsligan framburð.
Samlaða røðan kann lesast á heimasíðuni hjá www.ksf.fo




