
Nýggjur SSP-sáttmáli undirskrivaður
Á samkomu í KSF -húsinum í dag hevur Heðin
Mortensen vegna Kommunusamskipan Føroya skrivað undir nýggjan sáttmála
um SSP - samstarv. Sáttmálin skal tryggja at fyribyrgjandi arbeiði ímóti
kriminaliteti ímillum børn og ung heldur áfram.
SSP er samstarv
millum sosialar myndugleikar, skúla og politi. Høvuðsendamálið hjá SSP
er at virka fyribyrgjandi og at fremja atgerðir, sum minka um tey
fyribrigdi, ið elva til kriminalitet og skaðandi atburð millum børn og
ung. SSP-samstarvið hevur sum mál at byggja upp, brúka og røkja faklig
netverk, sum hava fyribyrgjandi og mennandi ávirkan á gerandisdagin hjá
børnum og ungum
Avvarðandi myndugleikar sum undirskrivaðu
sáttmálan í dag vóru, Kommunusamskipan Føroya, Mentamálaráðið,
Løgreglan, Heilsmálaráðið, og Almannamálaráðið og Føroya Kommunufelag.
Somu myndugleikar sum eisini manna ein leiðslubólk, ið skal tryggja
SSP-samstarvinum nøktandi karmar framyvir.
At skipa samstarvið er settur ein ráðgevi/samskipari, sum heldur til í KSF-húsinum undir leiðslu av Barnaverndarstovu Føroya.
SSP-
arbeiðið annars er býtt upp í 8 SSP-økisbólkar kring landið. Tey, sum
taka lut í arbeiðinum, eru barnaverndartænastur, lærarar,
heilsufrøðingar, løgreglufólk, starvsfólk í ungdómshúsum og
NSR-tænastum/ Sernámsdeplinum. Uppgávan hjá økisbólkinum er at samskipa
og fremja tað fyribyrgjandi arbeiðið og seta nágreinilig tiltøk í verk.
Eitt
tað fyrsta átakið hjá SSP samstarvinum verður “Ung og rús”, ið er eitt
átak, hvørt aðalmál er at útseta byrjunaraldurin hjá ungum í mun til
nýtslu av rúsdrekka. Í hesum sambandi hevur SSP framleidd føroyskt
undirvísingartilfar, ið skal nýtast í elstu flokkunum í fólkaskúlanum og
á miðnámsskúlunum. Undirvísingartilfarið er ætlað, sum partur av størri
tiltaki, ið eisini fevnir um foreldrafundur um rúsdrekka og orðing av
einum rúsdrekka politikki í fólka- og miðnámsskúlum.
Nærri kunning um SSP samstarvið kann fáast við at fara inn á heimsíðuna hjá Barnaverndarstovu Føroya www.bvs.fo
Nýggjur SSP-sáttmáli undirskrivaður.doc




