
Nýggj samstarvsavtala um Listaleypin undirskrivað
Í dag hevur Heðin Mortensen vegna Kommunusamskipan Føroya skrivað undir nýggja samstarvsavtalu um listaleypin.
Heðin
Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya, landsstýriskvinnan í
mentamálum, stjórin í Norðurlandahúsinum og formaðurin í Føroya
Kommunufelag, skrivaðu í dag undir nýggjan samstarvsavtalu um
Listaleypin.
Eftir sera væl móttikna royndarskeiðið hjá
Listaleypinum 2008-2010 eru allir partar samdir um at skipa fyri
framhaldi av verkætlanini, umframt at breiðka um tilboðini, so at
forskúlanæmingar og elstu barnagarðsnæmingarnir eisini kunnu fáa vitjan.
Listaleypurin
er ein verkætlan, sum hevur til endamáls, at skúlabørn í øllum Føroyum
skulu fáa góðar listarligar upplivingar sum partur av skúladegnum.
Dentur
verður lagdur á at náa ymsum aldursbólkum og at spjaða sýningarnar um
alt landið. Tær listafólkavitjanir og framsýningar, ið Listaleypurin
bjóðar, eru ókeypis hjá skúlunum í kommunum, sum hava valt at luttaka í
verkætlanini.
Lærarar og næmingar kunnu í felag bíleggja
listaverk, og verkætlanarleiðarin skipar fyri
framførslu/framsýningarskrá í samráð við skúlarnar og listafólkini.
Fyrimynd
er eitt norskt átak, ið ber heitið “Den kulturelle skolesekken”. Henda
verkætlan hevur fleiri ár á baki og røkkur nú um alt landið við fleiri
hundrað framsýningum um árið.
Í ár hava heili 13 ymisk listarlig
tilboð verið fyriskipað. Talan er um myndlist, palllist og bókmentir.
Afturmeldingar frá skúlunum, bæði næmingum, lærarum og leiðslu, hava
verið gjøgnumgangandi jalig, og fleirtalið av lærarum, sum hava
eftirmett, ynskja fleiri vitjanir.
Verkætlanin verður fíggjað av
Norðurlandahúsinum, Mentamálaráðnum og kommununum. Vitjan úr
Listaleypinum er ókeypis hjá skúlunum. Frá 2011 hevur Listaleypurin ein
fíggjarkarm uppá 600.000 kr. árliga.
Nýggja avtalan er ikki tíðaravmarkað, men heldur áfram til onkur av sáttmálapørtunum ynskir broytingar í sáttmálanum.
Heðin
Mortensen segði m.a., at sum formaður í Kommunusamskipan Føroya og
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu gleddist hann um, at
samstarvssáttmálin fyri listaleypin nú verður longdur.
- Tað er
kommunurnar, sum fyrst og fremst vara av okkara ungu borgarum, og tað er
umráðandi, at vit sum kommunur eisini geva okkara ungdómi góðar sømdir
at fáa listarligar upplivingar, og ikki minst at børnini eisini fáa høvi
til at síggja leiklist, tónleik og sjónleik, úr okkara grannalondum.
Listaleypurin er sera gott amboð at geva okkara yngstu hesar listarligu
upplivingar, og kann vera við til at menna listarligu spírarnar í okkara
ungdómi.
- Fruktirnar av hesum heysta vit seinni. Eitt ítøkiligt
dømi um, hvussu stórar listarligar gávur okkara ungdómur hevur, hava
fleiri enn 8000 fólk sæð hesar seinastu vikurnar, nú
miðnámsskúlanæmingar hava framført sangleikin “Jesus Christ Superstar”
her í Norðurlandahúsinum. Listaleypurin kann vera við til framhaldandi
at menna kreativu evnini hjá okkara ungdómi.
- Eg haldi, at
samstarvið millum Kommunurnar, Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið hevur
verið fyrimyndarligt seinastu 3 árini. Kommunusamskipan Føroya hevur
spurt seg fyri hjá lærarum og leiðsluni í teimum ymisku skúlunum, og øll
hava bert gott at bera hesari verkætlan.
- Tað skal vera mín vón
at henda verkætlan fer at virka líka væl í framtíðini og kanska eisini
fer at vaksa í vavi, og at fata um fleiri aldursbólkar. At enda vil eg
eisini nýta høvi til at takka Hedvig fyri at hava umsitið verkætlanina á
fyrimyndarligan hátt, og ynski henni góða eydnu við arbeiðinum, segði
Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, samstundis sum hann takkaði
Hedvig Westerlund-Kapnas, verkætlanarleiðara, fyri hennara stóra og
slóðbrótandi arbeiði.




