Read speaker

Móttøka í nýggju KSF-húsunum

 3. mars var móttøka í nýggju KSF-húsunum.

Kommunusamskipanin og Kommunala arbeiðsgevarafelagið buðu til móttøku, tí feløgini eru flutt og ynsktu at vísa viðskiftafólki og samstarvspørtum nýggju hølini.

Barnaverndarstova Føroya lat alment upp hendan dagin. Hóast stovnurin hevur virkað í nakrar mánaðir, nýttu tey høvið til at bjóða barnaverndarøkjunum, politikarum og øðrum stovnum á barnaverndarøkinum at koma at heilsa uppá starvsfólk og síggja hølini hjá stovninum.

Eini 150 fólk stukku inn á gólvið, og dagurin var bæði hugnaligur og sum heild sera væl eydnaður.

Vit takka øllum fyri heilsanir, góðynski, blómur v.m.

Móttøka í nýggju KSF-húsunum.doc  





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
 

Limakommunurnar

Tórshavn