
Lógaruppskotið um havnagjøld í stríð við grundlóg og stýrisskipanarlóg
Kommunusamskipanin hevur saman við Starvsnevnd
Føroysku Havna sent Fiskimálaráðnum hoyringssvar í sambandi við uppskot
til løgtingslóg um havnagjøld.
Í svarinum verður m.a. víst á, at
uppskotið er ognartøka í stríði við § 73 í grundlógini. Ført verður
eisini fram, at uppskotið er dømi um politiska valdsreingjan, har
lógaruppskot verður sett fram og grundgivið við heilt øðrum enn
veruligum motivum, og har landið í stríð við stýrisskipanarlógina og
grundlógina roynir at lóggeva seg burtur úr eini rættarósemju við ávísa
kommunu.
Kommunusamskipanin og Starvsnevnd Føroysku Havna heita
tí á Fiskimálaráðið um at taka hetta ólógliga og politiskt óhepna
lógaruppskot aftur. Feløgini heita eisini á formansskapin í løgtinginum
um at burturvísa hesum lógaruppskoti fyri at vera í stríði við grundlóg
og stýrisskipanarlóg.
Lógaruppskotið um havnagjøld í stríð við grundlóg og




