Kunngerðir um heimahjálp og gjøld fyri heimahjálp
Kommunusamskipanin
hevur í dag sent Almannamálaráðnum hoyringsskriv í sambandi við
uppskotini til kunngerð um ávikavist heimahjálp og gjøld fyri
heimahjálp.
Kommunusamskipanin vísir m.a. á, at nýggju gjøldini
fáa stórar avleiðingar fyri brúkararnar, og at hetta aftur hevur við sær
fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar. Kommunusamskipanin krevur tí
m.a., at skal nakað nýtt brúkaragjald yvirhøvur ásetast á
sambýlisøkinum, so eigur inntøkan av tí at verða býtt millum land og
kommunur í sama lutfalli, sum partarnir taka lut í rakstrarútreiðslunum
av sambýlinum.
Viðv. kunngerðum um heimahjálp og um gjøld fyri heimahjálp
Víst
verður til uppskot til kunngerð um ávikavist heimahjálp og gjøld fyri
heimahjálp, ið Almannamálaráðið í skrivi dagf. 4. januar 2010 hevur sent
Kommunusamskipanini til hoyringar. Hoyringsfreistin er 14. januar 2010.
Tað
er Kommunusamskipanini púra greitt, at kunngerðirnar hava einans til
endamál at fáa meiri pening í landskassan, tí nakað betri tilboð til
eldrarøktina er ikki talan um yvirhøvur. Hetta er ikki nakað nýtt, tí
hetta sama varð gjørt í desember 2009, tá gjaldið hjá búfólkum á ellis-
og røktarheimum við aðrari inntøku enn pensjón skuldu gjalda munandi
meira beinleiðis til landskassan.
Fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar
Í
almenna orðadráttinum, sum verið hevur um hesar kunngerðir farnu
dagarnar, er als ikki komið fram, at tær eisini hava fíggjarligar
avleiðingar fyri kommunurnar, sum eiga og reka sambýlini.
Tá um sambýlini ræður, rinda kommunurnar nevniliga fyri:
1) høli (íløgur, rentur og avdráttur ella leiguútreiðslur),
2) mat og felagsrakstur annars, og
3) starvsfólkalønir fyri náttarvaktini, hetta svarar til umleið 1/3 av lønunum á sambýlinum.
Landið rindar fyri:
1) starvsfólkalønir um dagin, sum svarar til umleið 2/3 av lønunum.
Brúkaragjaldið
uppá kr. 2.000, sum landið nú ásetir til sín sjálvs, er grundleggjandi
brot á prinsippið fyri sambýlini, tí brúkararnir hava higartil goldið
kommununi fyri húsaleigu, olju, el, mat og til felags útreiðslur.
Nú
ásetir landið nýtt brúkaragjald uttan nakra aðra broyting ella
umlegging av útreiðslubýtinum, tíansheldur betran av verandi
røktartilboði.
Kommunusamskipanin undrast stórliga á hetta. Um
tað yvirhøvur skal ásetast nýtt brúkaragjald, so eiga kommunurnar at fáa
sín lutfalsliga part av inntøkuni. Tað merkir, at kommunurnar við
sambýlum eiga at fáa 1/3 av ætlaða brúkaragjaldinum í sín part og landið
2/3, ella svarandi til lutfallið millum kostnaðin av náttarvakt og
kostnaðinum av kvøld- og dagvaktum á eldrasambýlum.
Harumframt
er veruleiki, at verandi gjald frá brúkarunum til kommunurnar fyri
húsaleigu, olju, el, mat og felags útreiðslur er ov lágt í mun til
faktisku útreiðslurnar.
Kommunusamskipanin metir heilt greitt,
at nýggja brúkaragjaldið uppá kr. 2.000 um mánaðin, ið landið nú ásetir
til sín sjálvs, fær stórar fíggjarligar avleiðingar fyri búfólkini.
Hesar fáa aftur fíggjarligar avleiðingar við sær fyri kommunurnar, tí
lítið og einki rúm verður fyri príshækkingum í húsaleiguni, so at tær
svara til faktisku útreiðslurnar.
Kommunusamskipanin setir tí sum krav:
1)
at inntøkan av einum møguliga nýggjum brúkaragjaldi, sum nú er í
uppskoti, verður býtt eftir lutfallinum av rakstrarútreiðslunum, ið land
og kommunur hava á sambýlinum,
2) at húsaleigan, sum brúkararnir
rinda í dag, verður regulerað, so at hon er meira í samsvari við
faktisku útreiðslurnar hjá kommununum, og
3) at nevnda regulering í húsaleiguni kemur fram um eitt møguliga nýtt brúkaragjald.
Kommunusamskipanin
væntar at frætta aftur frá landsstýriskvinnuni og Almannamálaráðnum
hesum viðvíkjandi og tað áðrenn, at stig verða tikin til at seta
kunngerðir á økinum í verk.
Avleiðingar fyri búfólk og pensjónistarnar, ið fáa heimahjálp
Fyri
búfólk á eldrasambýlum verður avleiðingin av nevndu kunngerðum, at nú
skulu øll rinda eitt egingjald á kr. 2.000 um mánaðin uttan mun til, um
tey hava aðra inntøku ella ikki. Tað vil siga, at talan er um eina
beinleiðis skattahækking á kr. 24.000 um árið pr. búfólk, har alt skal
fara í landskassan.
Størsta broytingin er tó hjá heimabúgvandi
pensjónistum, har uppskotið leggur upp til, at flest øll nú skulu til at
gjalda fyri veitta heimarøkt. Inntøkumarkið fyri, nær ein skal gjalda
fyri heimarøktina, er fyri ein stakan pensjónist lækkað úr kr. 50.000 í
kr. 1.000 um árið og fyri hjún úr kr. 75.000 niður í kr. 1.500 um árið.
Gjaldið fyri hvønn tímað er samstundis hækkað við kr. 16.
Landsstýriskvinnan
hevur alment upplýst, at broytingarnar koma at geva landskassanum kr.
4,8 mió árliga, har tær kr. 4,2 mió koma frá egingjaldinum fyri búfólk á
sambýlum og kr. 600.000 uppá restina.
Kommunusamskipanin ivast
stórliga í hesum seinna, at tað bert verða kr. 600.000 í vinningi av at
lækka inntøkumarkið niður í kr. 1.000/kr. 1.500 um árið, sum í praksis
merkir, at øll skulu gjalda fyri veitta heimahjálp.
Tað er
nevniliga sannroynd, at alsamt fleiri pensjónistar hava onkra inntøku
umframt pensjónina, og hetta ikki bara tí, at teir framvegis eru í
smávegis vinnu ella gera nyttugt samfelagsarbeiði so sum at sita
próvtøkuvakt í fólkaskúlunum, skera upp grind o.líkn. Eitt nú hava allir
limir hjá Havnar Arbeiðsmannafelag eina minni eftirløn. Hesi koma nú
øll at gjalda fyri veitta heimarøkt.
Sum dømi kann nevnast
óhjálpin kona, ið fær heimahjálp 30 tímar um mánaðin. Maðurin egnir
nakrar stampar og forvinnur kr. 2.000 um árið. Avleiðingin er, at hann
skal gjalda kr. 622,50 um mánaðin fyri veittu heimahjálpina til konuna.
Tvs., at hann hevur eitt beinleiðis hall á kr. 5.470 um árið.
Kommunusamskipanin
hevur serstakliga ilt við at trúgva, at hetta skal vera ætlanin.
Brúkaragjøldini – ella hesin eykaskattur – má sum minsta krav standa mát
við inntøkumarkið.
Hesi brúkaragjøld hava heldur einki sum
helst samsvar við ætlanirnar í fráboðaða pensjónsreforminum um at eggja
pensjónistum til at vera verandi á arbeiðsmarknaðinum. Hvar er eggjanin,
tá ið sjálvur landskassin tekur alt, tey hava forvunnið og meira
aftrat, úr hondunum? Var endamálið við at hava virknar pensjónistar á
arbeiðsmarknaðinum ikki júst at sleppa bíligari í eldrarøktarútreiðslum?
Kommunusamskipanin
mælir til, at Almannamálaráðið hyggur hesi gjøld og inntøkumørkini í
gjøgnum einaferð enn, og at ráðið eisini tekur eitt breiðari perspektiv
við til tess at fáa samsvar millum pensjónspolitikkin og
eldrarøktarpolitikkin.
Kommunsamskipanin metir harumframt
ásetingina í § 8, stk. 4 um, at gjaldið verður tikið av pensjónini,
innan henda verður útgoldin, verða beinleiðis ómynduggerð av
pensjónistunum sum samfelagsbólki.
Kunngerðir um heimahjálp og gjøld fyri heimahjálp.doc




