Read speaker

KSF stuðlar ætlanunum um eina fólksliga tilgongd í samband við kommunalu umskipanina

 Kommunusamskipan Føroya hevur boðað Innlendismálaráðnum frá, at felagið stuðlar ætlanunum um at fara undir eina fólksliga tilgongd at skipa landið í burðardyggar og virkisførðar kommunalar eindir.

Stýrið í Kommunusamskipan hevur einmælt samtykt at senda Innlendismálaráðnum soljóðandi fráboðan

Viðv. uppskotið um eina fólksliga tilgongd í samband við ætlaðu kommunalu umskipanina

Kommunusamskipan Føroya hevur á stýrisfundi 18. februar 2011 viðgjørt uppskot frá Innlendismálaráðnum um eina fólksliga tilgongd í samband við ætlaðu kommunalu umskipanina.

Eitt samt stýrið í Kommunsamskipan Føroya tekur undir við at farið verður undir eina fólksliga tilgongd at skipa kommunurnar í Føroyum í burðardyggar og virkisførar kommunalar eindir. Stýrið tekur somuleiðis undir við, at Innlendismálaráðið, í samráð við kommunurnar, nýtir fólkatkvøður í teimum einstøku kommununum sum amboð í fólksligu tilgongdini.

Kommunsamskipan Føroya hevur, síðani felagið varð stovnað, tikið undir við og grundað sítt virksemi og sín bygnað á tær 9 kommunueindirnar, sum vóru í uppskoti í kommunuálitinum frá 1998. Kommunusamskipan Føroya heldur framhaldandi, at hetta uppbýti er eitt hóskandi útgangsstøði. Kommunusamskipan Føroya vil tó gera vart við, at semja er ikki um, hvørt kommunurnar í Suðuroynni skulu verða skipaðar í eina ella tvær eindir. Í hesum sambandi vil Kommunusamskipan Føroya heita á landsstýriskvinnuna, um at fara í dialog við einstøku kommunustýrini í landinum, til tess at fáa avgreitt møguligar ósemjur.

Kommunsamskipan Føroya metir uppskotið frá Innlendismálaráðnum sum fyrsta stigið í einari kommunalari umskipan. Kommunusamskipan Føroya tekur tí sum givið, at Innlendismálaráðið samstundis við hesi fólksligu tilgongd tekur stig til, at aðrir tættir í kommunalu umskipanini verða viðgjørdur. Her verður serliga hugsað um, hvørjar uppgávur skulu leggjast út til kommunurnar, á hvørjum lógargrundarlagi hetta skal gerast, og hvussu hesar uppgávur skulu fíggjast.

Í hesum sambandi vil felagið vísa á yvirlýsing frá fundi millum kommunustýrini í Kommunusamskipan Føroya í Klaksvík fríggjadagin 26. februar 2010, ið viðgerð allar tættir í kommunalu umskipanini og sum staðfestir, at Kommunusamskipan Føroya bert tekur undir við tilgongdini til nýggjan kommunalan bygnað, um talan verður um eina heildarætlan.

Henda fráboðan er einmælt samtykt á stýrisfundi í kommunusamskipan Føroya 18 februar 2011.

KSF stuðlar ætlanunum um eina fólksliga tilgongd í samba  





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
 

Limakommunurnar

Tórshavn