
KSF hevur mælt til sjálvbodna samanlegging við eini freist
Í Sosialinum mánadagin 28. mars verður løgmaður
endurgivin fyri at siga, at hann eftir at hava hoyrt kommunufeløgini er
komin til ta niðurstøðu, at næstan tveir triðingar av føroysku
kommununum bíða eftir at verða lagdar saman í níggju stórar kommunalar
eindir. Sambært løgmanni, bíða kommunurnar bert eftir, at
landspolitikarin tekur støðu. Grundað á hetta hevur løgmaður nú tikið
avgerðina í egnar hendir, og avgjørt at leggja kommunurnar saman við
lóg.
Sannlíkt er, at løgmaður her sipar til fundin, 22. mars
millum politiska fylgibólkin og kommunufeløgini, tá ið hann sigur seg
hava hoyrt kommunurnar.
Til hetta er at viðmkerja, at KSF hvørki á
fundinum 22. mars, ella á fundum higartil, ímillum kommunufeløgini og
politiska fylgibólkin, hevur givið til kennar, at kommunurnar vilja hava
løgmann at taka eina avgerð um at leggja kommunurnar saman við lóg.
Seinasta
almenna fráboðan KSF’s um hetta stórmál, varð gjørd á felagsfundi
millum býráðslimirnar í limakommunum 26. februar 2010, Klaksvíksskjalið,
har niðurstøðan var, at:
• kommunusamanlegging skal fara fram sjálvboðin
• tó skal freist setast á eitt evsta mark, har kommunur skulu hava skipað seg í burðardyggar eindir
Allar
kommunurnar í KSF hava hinvegin givið til kennar, at tær taka undir við
at farið verður undir eina fólksliga tilgongd at leggja kommunur saman í
størri og burðardyggari eindir. At løgmaður einsamallur nú tekur avgerð
ber ikki boð um eina fólksliga tilgongd.
KSF hevur mælt til sjálvbodna samanlegging við eini freis




