Read speaker

Kommunusamskipan Føroya hevur aðalfund í dag 15. apríl


Í dag hittast útvið 70 kommunustýrislimir í Kommunusamskipan Føroya til árliga aðalfundin hjá felagnum, ið verður hildin á Hotel Føroym.

Frá kl. 13.00 til 14.30 er formligi aðalfundurin, har millum annað Gunnvá við Keldu nývald forkvinna í felagnum, heldur sína fyrstu formansfrágreiðing.

Skráin fyri aðalfundin er annars hendan:

§ 5. Ársaðalfundur verður hildin á hvørjum ári í mars mánað við hesi skrá:

a) Val av fundarstjóra.

b) Frágreiðing um virki felagsins í farna árinum og um framtíðarætlanir felagsins.

c) Framløga av roknskapi til góðkenningar.

d) Val av grannskoðara.

e) Møgulig uppskot frá stýrinum, herundir upptøka av nýggjum limum.

f) Ymist.

Frá kl.14.30 til 16.00 verður tann meira óformelli parturin av aðalfundinum við vitjanum og framløgum.

Í hesum partinum eru Aksel V. Johannesen, fíggjarmálaráðharri og Kári á Rógvi formaður í Sjálvstýrisflokkinum gestur. Teir at halda hvør sítt upplegg og síðani verður kjak.





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
 

Limakommunurnar

Tórshavn