
Kommunusamskipan Føroya fyrireikar seg til limaskap í Council of European Municipalities and Region
Kommunusamskipan Føroya fyrireikar seg til limaskap í “Council of European Municipalities and Regions”
Í
vikuni vóru umboð fyri Kommunusamskipan Føroya á vitjan í Brússel.
Ferðin var fyrireikað í tøttum samstarvi við Føroysku sendistovuna í
Brússel. Endamálið við ferðini var at vitja kommunufeløgini hjá okkara
grannalondum, ið øll hava deildir í Brússel. Eisini varð vitjað hjá
Belgiska kommunufelagnum í Brússel, hjá Brússels kommunu, eins og fundur
eisini varð hildin við stjóran fyri Council of European Municipalities
and Regions, CEMR.
Norðurlendsku kommunufeløgini
Øll
tey norðurlendsku kommunufeløgini hava skrivstovur í Brússel. Flestu
feløgini settu skrivstovur á stovn longu tíðliga í 90-unum, ímeðan
Íslendska kommunufelagið sum hitt seinasta norðurlendska felagið byrjaði
sítt arbeiði í Brússel í 2006. Arbeiðið hjá kommunufeløgunum snýr seg í
stóran mun um at fyrireika kommunurnar í heimlandinum uppá tey
lógaruppskot og reguleringar, sum koma úr ES, og sum hava ávirkan á
kommunurnar í heimlandinum, og at útvega kommununum atgongd til
verkætlanir og altjóða samstørv.
Norðurlendsku feløgini húsast
øll í sama bygningi, European House of Municipalities and Regions, ið
liggur beint við síðuna av Evropa-Parlamentinum.
Felagið fyri kommunufeløg í Evropa
Kommunufeløgini
eru øll limir í ”Council of European Municipalities and Regions”. Hetta
er felag fyri allar kommunalar og regionalar felagsskapir í Evropa.
CEMR varð stovnað í Geneve longu í 1951 av borgarstjórum í nøkrum
evropeisku býum. Endamálið við felagsskapinum var og er at styrkja
lokala fólkaræðið og lokala myndugleikan í Evropeisku londunum.
Í
dag er CEMR størsti felagsskapurin í heiminum fyri regionalar og
kommunalar myndugleikar. Í felagskapinum er 58 limir, ið fyrst og fremst
eru kommunufeløg og býarfeløg. Teir 58 limirnir umboða fleiri enn
100.000 kommunalar og regionalar myndugleikar.
Politiska nevndin í
CEMR telur uml. 140 limir. Politiskur formaður fyri felagsskapin er
borgarstjórin og guvernørurin í Wien, Michael Hãupl. Fyrisitingarligur
leiðari er Frédéric Vallier, generalsekreterur.
Felagskapurin hevur tvær skrivstovur, eina í Paris og eina í Brússel, við tilsamans 20 starvsfólkum.
Kommunusamskipan Føroya søkir limaskap í CEMR
Á
vitjanin í Brússel var fundur millum stýrislimir í Kommunusamskipan
Føroya og stjóran fyri CEMR, Fredrik Valier. Á fundinum varð umrøddur
møguligur limaskapur hjá KSF í Council of European Municipalities and
Regions. Fredrik Valier var sera positivur og mælti til at
Kommunusamskipan Føroya sendi felagskapinum eina formliga umsókn. Sum
land uttanfyri Evropasamveldið verður talan um atlimaskap, men feløg við
atlimaskapi hava nærum eins góðar sømdir í felagsskapinum, sum limir úr
Evropasamveldinum.
Kommunsamskipan Føroya fyrireikar í løtuni umsóknina um upptøku í Council of European Municipalities and Regions.




