
Kommunusamskipan Føroya á vitjan í Brússel
Eftir at hava vitja Íslendska kommunufelagið,
sendistovu Føroya í Brússel, Kommunufelagið í Brússel, Parlamenti,
kommisiónsbygningin og ráðið í evropa samveldinum mánadagin, vitjaði
ferðalagi av stýrislimum og starvsbólkalimum týsdagin Norska og Danska
kommunufelagið í Brússel, eins og ferðalagið eisini vitjaði Brússel
kommunu og CEMR, Council of European municipalities and regions.
Ætlanin
við ferðini hjá KSF hevur verið at fáa innlit í arbeiðið hjá
norðurlendsku kommunufeløgunum í Brússel og at kanna møguleikarnar fyri
samstarvi við hesi, eins og roynt verður at fáa innlit í arbeiðið hjá
Council of European Municipalities and Regions, ið er felagsskapur fyri
kommunur og landspartastýri í Evropa.
Norðurlendsku feløgini
halda til í felagshølum nevnt “European House of Municipalities and
Regions”. Í húsinum eru tilsamans 16 kommunufeløg úr øllum Evropa.
Fleiri frágreiðingar koma seinni




