Kommunurnar gjalda skattalættan
Í dag fáa landskassin og kommunurnar áleið hvør sína helvt av skattinum av pensjónunum. Sambært nýggja samgonguskjalinum ætlar landsstýrið at fáa allan skattin og soleiðis við lóg skerja inntøkugrundarlagið hjá kommununum. Hetta átalar Kommunusamskipan Føroya harðliga.
Sambært
samgonguskjalinum ætlar landsstýrið at seta í verk eina flatskatta-skipan.
Endamálið er, at tað skal loysa seg betur at arbeiða.
Eftir
ætlan skal landsskatturin ikki verða hægri enn 20% fyri inntøkur undir 600.000
kr. Av inntøkum ímillum 600.000 og 1 mió. kr verða løgd 5% eyka, og á inntøkur
omanfyri 1 mió. kr. verða onnur 10% kravd inn í skatti. Samstundis skal
botnfrádrátturin í landsskattinum hækkast úr 30.000 uppí 65.000 kr.
Kommunusamskipan
Føroya leggur seg ikki útí skattapolitik landsins, men í hesum førum er talan
um kollveltandi broytingar, ið fáa stóra ávirkan á kommunurnar.
Skattaumleggingin
í landsskattinum fer í fyrstu atløgu at geva minni inntøkur til landskassan.
Fyri at fáa javnvág í, so ætlar landsstýri at skatta alla pensjónsuppsparing í
samband við inngjald heldur enn við útgjald. Hetta fer í fyrstu atløgu at geva
meirinntøkur á millum 150 og 200 mió.kr, men væntast kann at hendan upphædd
verður skjótt vaksandi komandi árini.
Um
tað er ein skilagóð avgerð ella ikki at skatta pensjónsuppsparingar í sambandi
við inngjald heldur enn við útgjald, vilja vit í fyrstu atløgu lata liggja.
Hinvegin vil KSF staðiliga mæla til, at ein neyv faklig útgreining verður
gjørd, áðrenn avgerð verður tikin.
Størsti
trupulleikin, sæð úr einum kommunalum sjónarhorni er, at landið kannar sær
allan skattin av pensjónunum. Hetta er ein grundleggjandi broyting í mun til
verandi skipan, og fer hetta at hava ógvusliga ávirkan á fíggjarligu
fyritreytirnar hjá kommununum í framtíðini.
Verandi skipan
Vit
hava í dag trý høvuðssløg av pensjónsútgjaldum, sum eru kapitaleftirløn,
lutaeftirløn og lívrentu.
Kapitaleftirløn verður útgoldin
í einum og skattað við 35%. Skatturin verður býttur millum land og kommunur,
soleiðis at 60% fellur í landskassan og 40% til kommunurnar. Skatturin verður
býttur út á kommunurnar eftir fólkatali.
Lutaeftirløn verður útgoldin sum
mánaðarlig veiting í 10 ár og skattað við vanligum a-skatti.
Lívrenta verður útgoldin sum
mánaðarlig veiting restina av lívinum og skattað við vanligum a-skatti ella á
sama hátt sum lutaeftirløn.
Eins
og galdandi er fyri annan a-skatt, fer umleið helvtin av skattinntøkunum frá
lutaeftirlønum og lívrentu í ávikavist kommunu- og landskassa. Tað merkir í
stuttum, at í galdandi skipan fella sløk 50% av skattinum av pensjónsútgjaldum
í kommunukassarnar, og góð 50% enda í landskassanum.
Uppskotið frá landsstýrinum
Sambært
uppskotinum frá landsstýrinum skulu øll pensjónsinngjøld verða skattað í tí
løtu, tey verða goldin inn. Avleiðingarnar eru, at pensjónsútgjaldingarnar ikki
verða skattaðar við útgjaldi í framtíðini, men í staðin verður ein skattafrí
veiting.
Rættiliga
einfalt kann sigast, at skattainntøkurnar av pensjónum verða fluttar á leið 30
til 40 ár fram.
Veruligi
trupulleikin fyri kommunurnar er, at meðan skatturin av pensjónsútgjøldum í dag
verður býttur millum land og kommunur, so fer skatturin við tíðini bert at
fella í landskassan. Havandi í huga, at inngjøldini til pensjónsuppsparingar
eru skjótt vaksandi og eftir ætlan skulu gerast 15% av samlaða lønarmassanum í
samfelagnum, so er talan um inntøkur á hundraðtals milliónir, sum kommunurnar
fara missa í framtíðini.
Hesi
viðurskifti verða als ikki nevnd og enn minni viðgjørd í samgonguskjalinum.
Hinvegin verður boðað frá, at kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið, og at
sáttmáli samstundis skal gerast millum land og kommunur um, at samlaða
skattatrýstið ikki skal vaksa. Tað vil siga, at kommunurnar skulu yvirtaka eitt málsøki,
sum í framtíðini helst verður størsta avbjóðingin hjá vælferðarsamfelagnum,
samstundis sum inntøkugrundarlagi verður munandi skert. Hetta hongur ikki
saman.
Lætt at geva, tá onnur gjalda
Kommunurnar
kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at landsstýrið ger seg so grundleggj-andi
inn á framtíðar inntøkugrundarlagi hjá kommununum. Verður uppskot
landsstýrisins framt, er sannlíkt, at kommunuskatturin í framtíðini fer at
vaksa munandi fyri at byrgja upp fyri teimum avmarkingum, sum landsstýrið hevur
gjørt í inntøkugrundarlagnum, og tá er als einki vunnið hjá tí einstaka.
Kommunusamskipan
Føroya ásannar, eins og flest onnur í samfelagnum, at høga skattatrýstið í Føroyum er ein trupulleiki, og kommunurnar eru
til reiðar, saman við landsmyndugleikunum at viðgera møgulig stig, ið
lætta um byrðarnar hjá borgaranum.
Einsíðugt
at fremja ein skattalætta í landsskattinum, sum fyrst og fremst kommunurnar í
framtíðini koma at gjalda fyri, er lítið virðiligt og enn minni nøkur haldgóð
loysn.
Kommunusamskipan Føroya fer á komandi
stýrisfundi at viðgera allar tættir í nýggja samgonguskjalinum.
Gunvá
við Keldu
Forkvinna í Kommunusamskipan Føroya
Kommunurnar gjalda skattalættan 161111.docx





