Read speaker

Kommunurnar eru ikki trupulleikin

Í sendingini summarmorgun, fríggjadagin 24 juni, var høga skattatrýstið í Føroyum til umrøðu. Tosað var við bæði fíggjarmálaráðharran og vinnumálaráðharran. Serliga síðst nevndi hevði hug til kasta kommunala geiranum ábyrgdina av, at skattatrýstið á tann einstaka føroyingin er so høgt. Kommunusamskipan Føroya metir ikki, at henda ákæran kann standa ósvarað.




Til fjølmiðlarnar

                                                                                                         30. juni 2011

 

 

Kommunurnar eru ikki trupulleikin.

 

Í sendingini summarmorgun, fríggjadagin 24 juni, var høga skattatrýstið í Føroyum  til umrøðu. Tosað var við bæði fíggjarmálaráðharran og vinnumálaráðharran. Serliga síðst nevndi hevði hug til kasta kommunala geiranum ábyrgdina av, at skattatrýstið á tann einstaka føroyingin er so høgt. Kommunusamskipan Føroya metir ikki, at henda ákæran kann standa ósvarað.

 

Fríggjamorgunin høvdu vinnumálaráðharrin og fíggjamálaráðharrin fingið innivist í útvarpsstovuni. Til umrøðu var ein annars frálík grein við heitinum “ Er hægri skattur vegurin fram”, sum Fróði Magnussen næstformaður í KT felagnum hevði skrivað. Í greinini verður víst á, at útreiðslurnar hjá almenna geiranum vaksa nógv skjótari enn inntøkurnar, og at skattatrýstið á tann einstaka føroyingin er so høgt at hetta er ein forðing fyri búskapavøkstri. Niðurstøðan í greinini er í stuttum, at javnvág má fáast millum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna, og at eitt økt skattatrýst als ikki er nøkur loysn, men heldur hinvegin kann elva til, at búskapurin veruliga kollsiglir.

 

Serliga trupulleikin við høga marginalskattinum var til umrøðu í útvarpsendingini. Umframt at geva blokkniðurskurðinum skyldina, so kundu landsstýrismennirnir eisini semjast um, at kommunurnar bóru stóra ábyrgd av, at skattatrýstið á tann einstaka var so høgt. Sambært vinnumálaráðharranum var veruligi trupulleikin kommunurnar, sum fóru avstað við størsta partinum av skattinum, og fíggjarmálaráðharrin tók undir og vísti á, at stóru kommunurnar høvdu flestar hækka kommunuskattin seinastu árini. Síðani varð í ramasta álvara umrøtt, um ein loysn var at leggja loft aftur á kommunuskattin.

 

At geva kommununum ábyrgdina fyri høga skattatrýstið í Føroyum er at skjóta langt við síðurnar av, ein óhjálpin roynd at sleppa sær undan ábyrgd, í staðin fyri at taka og viðgera veruliga trupulleikan, sum er manglandi útreiðslurstýring hjá landinum

 

Í grein síni vísir Fróði Magnusen á, at útreiðslurnar hjá landinum frá 2000 til 2010 eru vaksnar við 72 %, ímeðan inntøkurnar bert eru vaksnar 18 %. Hetta er substansurin í  trupulleikanum, og  trupulleikin verður ikki loystur við at leggja loft á kommunuskattin, enn minni við at kasta øðrum ábyrgdina av hesum trupulleika.

 

Landskassin og kommunukassarnir  

Taka vit sum dømi tvey tey seinastu kommunstýrisvalskeiðini, har ið kommunurnar hava yvirtikið nærum alt barnaverndarøkið, allan stuðul til børn við serligum tørvi á dagstovnum, umframt at kommunurnar hava fíggja íløgur í hundraðtals búpláss til eldri og tikið á seg aðrar uppgávur, har ið landið hevur slept endanum, so hevur vøksturin í útreiðslum í kommunalu geiranum verið minni samanborið við økingina í landsins útreiðslum. Tað er somuleiðis í størri mun samanhangur ímillum útreiðslur og inntøkur hjá kommununum, hóast at landið hevur minkað um inntøkusíðuna hjá kommununum við til dømis at skerja kommunurnar lut av partafelagsskattinum.

 

Tá ið vinnumálaráðharrin sigur, at kommunurnar taka meginpartin av vanligu skattainntøkunum, so er hetta beinleiðis ósatt. Í 2005 fingu kommunurnar 1, 142 mia. kr. inn í skatti. Í 2011 fáa kommunurnar væntandi 1, 386 mia. kr. inn í skatti. Ein øking á 245 mió. kr.  Í sama tíðarskeiði eru inntøkur landskassans av skatti og avgjøldum øktar við meira enn 800 mió.  kr. Harumframt koma aðrar inntøkur á 200 mió. kr. Sostatt eru samlaðu inntøkur landskassans øktar við knapt 1. mia. kr. frá 2005 til 2011.

 

Í sama tíðarskeiði er útreiðslur kommunurnar øktar úr 1, 114 mia. kr. til 1, 439 mia. kr. Ein samlaður vøkstur á 325 mió. kr. Í hesum sambandi skal havast í huga, at kommunurnar 1. januar 2006 yvirtóku nærum allar útreiðslur av barnaverndar-økinum og allan stuðul til børn við serligum tørvi á dagstovanøkinum. Eitt sera kostnaðartungt øki, sum samstundis skuldi havt við sær sparingar hjá landskassanum.

 

Útreiðslur landskassans eru vaksnar við 1,340 mia. seinastu 6 árini. Hyggja vit at botnlinjuni, so síggja vit, at samanlagt hava kommunurnar eitt mett undirskot fyri 2011 á 53 mió. kr., ímeðan metta hallið fyri landskassan er 545 mió. kr. So veruligi trupulleikin liggur í manglandi útreiðslustýring í landsins parti av búskapinum, ikki hjá kommunum.

 

 Talva 1 Høvuðstøl

                                                                                                                                                    

Kommunur

2005

2006[1]

2007

2008

2009

2010

2011

vøkstur

index

Inntøkur(skattur)

1.141

1.291

1402

1397

1324

1321

1.386

245

121

Útreiðslur

1.114

1.290

1498

1732

1493

1407

1.439

325

129

Úrslit

27

-1

-96

-335

-169

-86

-53

 

 

Landið

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Inntøkur

3.883

4.364

4.653

4.752

4.535

4.567

4.880

997

125

Skattur og avgjøld

3.046

3.482

3.799

3.760

3.475

3.561

3.855

809

127

Útreiðslur

4.085

4.222

4.508

5.081

5.223

5.042

5.425

1.340

132

Úrslit

-202

142

145

-330

-688

-475

-545

 

 

 

 

Kommunuskatturin

Kommunurnar skulu sjálvsagt taka trupulleikarnar við høga marginalskattinum í álvara. Tað er ein veruleiki, at kommunurnar síðani 2005 í miðal hava økt skattin við 1,82 %. Tó fór ein skatta umlegging millum land og kommunur áljóðandi 1,1 % fram í 2006. Við øðrum orðum er veruliga skattatrýstið frá kommunurnar síðu vaksið við 0,72% seinastu 6 árini. 

   

Tá ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at allar tær stóru kommunurnar hava økt skattatrýstið á tann einstaka seinast árini, so er talan í veruleikanum um minni enn 1 %.

 

Talva 2 Kommunuskattaprosent

Kommunur

2005

2006[2]

2007

2008

2009

2010

2011

vøkstur

Í miðal (%)

19,61

20,61

20,65

20,22

20,78

21,37

21,43

1,82

Størri kommunur[3]

20,18

20,49

21,38

21,38

21,50

21,75

22,13

1,95

 

Havast skal eisini í huga, at einasta veruliga inntøka kommunurnar er skatturin. Kommunurnar hava ikki møguleikan fyri at breiðka skattagrundarlagið ella føra annan avgjalds politikk. Hesin møguleikin liggur einans í landsbúskapinum.

 

Samanumtikið

Veruligi trupulleikin í føroyska búskapinum liggur ikki í kommunala geiranum. Tí hóast stórar íløgur í dagstovnar, skúlar og búpláss til eldri, so er kommunali búskapurin sum heild í javnvág. Veruligi trupulleikin liggur í, at eingin javnvág er millum útreiðslur og inntøkur landskassans, og størsta avbjóðingin er at loysa hendan trupulleikan uttan at leggja størri byrðar á skattgjaldaran.

 

Kommunurnar vilja gera sítt til, at skattatrýstið á tann einstaka er so sámiligt sum møguligt, men íløgur í grundleggjandi borgartænastur, sum dagstovnar, skúlar og eldrabústaðir eru neyðugar, og tá ið persónsskatturin er høvuðs inntøkukelda kommunurnar, er trupult hjá kommununum at linka skattatrýstið á tann einstaka stórvegis. Kommunurnar hava heldur ikki møguleikan fyri at ávirka markið fyri marginalskatti. Skattainnkrevjingin hjá kommununum er proportional, og tí liggur møguleikin fyri at broyta marginalskattin fyrst og fremst í progressivu skattainnkrevjing landskassans.

 

Men útlitini fyri munagóðum loysnum eru ikki serliga góð, so leingi sum vinnu- og fíggjarmálaráðharrin kappast um at geva øðrum, millum annað kommununum, ábyrgdina av ov høga skattatrýstinum.  Kommunusamskipan Føroya vil mæla landsstýrinum til at taka í egnan barm og fáa skil á landsbúskapinum. Kommunurnar skulu nokk gera sítt fyri at varðveita ein skynsaman skattapolitikk.

 

 

Gunvá við Keldu                                                                                                                          

Forkvinna

Kommunusamskipan Føroya                                        

 



[1] Kommunurnar yvirtaka barnaverndarøkið, og stuðlar til børn við serligum tørvi. Útreiðslurnar hjá kommununum í hesum sambandi vóru mettar til uml. 60 mió. kr. Samsvarandi spardi landskassin uml. 50 mió. kr.

[2] Í sambandi við yvirtøku av barnaverndarøkinum v.m. skrivaðu kommunufeløgini og Fíggjarmálaráðið 11 november 2005 undir eina semju, ið ásetti, at landsskatturin frá 2006 skuldi lækka við 1,1%, soleiðis at kommunurnar samsvarandi kundu hækka skattin við 1,1 %. Við hesari semju var tryggja, at einstaki borgarin ikki merkti eitt økt skattatrýst í samband við, at øki vóru flutt frá land til kommunur.  

[3] Sum størri kommunur roknar Fíggjarmálaráðið: Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar og Tvøroyrar kommunur.





«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S
 

Limakommunurnar

Tórshavn