
Kommunurnar eiga skúlarnar og avgerðarrættin at niðurleggja skúlar
Kommunurnar eiga skúlarnar og avgerðarrættin at niðurleggja skúlar
Í
januar 2009 setti landsstýrið niður kommunala umskipanarnevnd at gera
uppskot til kommunureform. Málið er m.a. kommunusamanlegging og
útlegging av fólkaskúlanum til komandi stórkommunurnar at umsita fult og
heilt.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø,
hevur fleiri ferð alment boðað frá, at hon skjótast gjørligt vil hava
fólkaskúlan skipaðan í skúlaøki. Endamálið við hesum er lutvíst at fáa
skynsamari og bíligari rakstur av fólkaskúlanum, lutvíst at hækka
fakliga støðið í undirvísingini.
Ætlanirnar hjá
landsstýriskvinnuni eru sambært fjølmiðlunum nú so ítøkiligar, at tal og
navn nú verða sett á allar teir fólkaskúlar, sum landsstýrið skal
niðurleggja kring alt landið. Einar 35 í tali.
Kommunalir skúlar
Sambært
fólkaskúlalógini hava kommunur skyldu til at veita øllum børnum
undirvísing. Kommunurnar hava til hetta endamálið bygt – og byggja
framvegis – skúlar kring landið.
Kommunurnar eiga skúlarnar og avgera tí, hvar børnini skulu ganga í skúla. Landsstýrið kemur við lærarunum.
Sambært
lógini eru tað eisini kommunurnar, sum hava rættin at avgera, um ein
skúli skal niðurleggjast. Henda avgerðin er so mikið týdningarmikil, at
borgararnir kunnu krevja hana til fólkaatkvøðu.
Í sjálvum sær er
ætlanin hjá landsstýriskvinnuni at savna skúlarnar í størri eindir
skilagóð bæði fíggjarliga og undirvísingarliga. Hetta eru tí eisini
ætlanir, sum Kommunusamskipanin og kommunurnar í stóran mun kunnu taka
undir við, men sum krevja neyva viðgerð, áðrenn endalig støða kann
takast.
Øllum er greitt, at verða 35 skúlar niðurlagdir, er talan
er um kollveltandi inntriv í nærum hvørja bygd í Føroyum. Hetta kann tí
ikki gerast uttan um lokala myndugleikan.
Men enn hevur landsstýriskvinnan ikki spurt kommunurnar eftir.
Kommunureformurin og skúlareformurin
Kommunureformurin
er í veruleikanum eisini ein skúlareformur. Tá ið tær komandi
stórkommunurnar fáa ábyrgdina av lærarunum kanska longu um hálvtannað
ár, hava tær eisini fulla fíggjarliga ábyrgd av at skipa raksturin av
øllum skúlunum í kommununi.
Tí hava flestu kommunur langtsíðan
gjørt sær tankar um, hvussu skúlaskipanin verður rikin mest skynsamt í
teirra avvarðandi økjum – ikki bert í mun til fíggjarligu orkuna og
undirvísingarligu dygdina, men so sanniliga eisini í mun til trivnaðin
hjá næmingum og fólkinum á staðnum annars.
Henda tilgongd er
longu byrjað úti í kommununum. Hetta er eisini leiðin at ganga
samsvarandi kommunureformurinum – at tað er og skal framvegis verða
einstaka kommunan, ið hevur ábyrgdina at skipa og fíggja skúlaskapin
lokalt.
Tað er tí sera hugstoytt og óheppið, at
landsstýriskvinnan í mentamálum arbeiðir við kollveltandi broytingum á
økinum uttan at samskifta við kommunurnar yvirhøvur. Kann tykjast, sum
ætlar landsstýriskvinnan at taka sær alt ræðið á skúlaøkinum úr hondunum
á kommununum.
Hesum mótmælir Kommunusamskipanin harðliga. Hetta er ikki á nakran hátt fremjandi fyri kommunureformin ei heldur skúlareformin.
Kommunusamskipanin
mælir tí staðiliga landsstýriskvinnuni til alt fyri eitt at taka
kommunurnar beinleiðis við í arbeiðið. Eitt er vist, at uttan semju og
felags fatan millum land og kommunur á hesum avgerandi øki fyri alt tað
føroyska samfelagið, spyrst als einki gott burturúr.
Heðin Mortensen, formaður
Kommunusamskipan Føroya
Kommunurnar eiga skúlarnar og avgerðarrættin at niðurleg




