Kommunureformur uttan kommunupolitisku skipanina
Kommunureformur uttanum kommunupolitisku skipanina
Sum
fuglurin Fønix reistist landsstýriskvinnan í kommunumálum seg upp úr
øskuni frá Gjáarfundinum við tí greiða boðskapi, at hon nú ætlar at seta
eina nevnd við landspolitikarum at fremja fráboðaða kommunureformin.
Tað
er sjálvsagt at frøast um, at eitt sindur av veiggi er í onkrum parti
av landsstýrinum, og at tað enn eru landsstýrisfólk, ið vísa virkishuga
og hugsa visjonert og frameftir.
Men lat tað vera sagt
beinanvegin, at vit, sum varða av kommununum, fara á ongan hátt at finna
okkum í ikki at vera ein sjálvsagdur partur av politisku tilgongdini
allan vegin.
Kommunuálitið nýggja
Í januar 2009 setti
landsstýriskvinnan í kommunumálum niður eina nevnd við embætisfólkum og
serfrøðingum at gera uppskot til nýggjan kommunubygnað og at umskipa
kommunugeiran. Kommunusamskipan Føroya hevði í áravís eftirlýst júst
hesum, og tí var tað eitt gott stig at fáa tikið samanum og gjøgnumført
tær ætlanir, sum alt ov leingi hava ligið í óvissu millum land og
kommunur, og tí bert hevur darvað framburði á kommunupolitiska økinum.
Kommunufeløgini
høvdu embætisumboð í nevndini, sum hóast trongan arbeiðssetning og
tíðarfreist í oktober 2009 lat úr hondum eitt gott grundarlag at taka
politisku avgerðirnar, sum skulu takast bæði landspolitiskt og
kommunupolitiskt, um komast skal víðari.
Og kommunurnar í
Kommunusamskipanini hava síðani viðgjørt álitið við góðum huga. Komandi
fríggjadag fara allir kommunustýrislimir í Kommunusamskipanini á fund í
Klaksvík at gera sínar niðurstøður um álitið og ein felags boðskap,
soleiðis at klárt er at fara undir ítøkiliga politiska viðgerð saman við
landsmyndugleikunum.
Kommunupolitiska skipanin útihýst
Tað
var tí alt annað enn hugaligt at hoyra landsstýriskvinnuna í tíðindunum
fríggjadagin boða frá, at nú fara tey til verka – umboð fyri politisku
flokkarnar á tingi saman við landsstýrinum – at gera nýggjan
kommunubygnað, nýtt ábyrgdarbýti millum land og kommunur umframt nýggjan
fíggingarleist, sum skal verða liðugt í januar 2011.
Ikki so sjáldan verður man paff av tíðindum úr landsstýrinum, men fríggjadagin bar av.
Tað
er sjálvandi jaligt at hoyra, at landsstýrið nú er sinnað at fremja
veruligan kommunupolitikk við ítøkiligum ætlanum. Tí hava vit bíðað
eftir leingi. Men líka so hugstoytt og ørkymlandi er tað, at landsstýrið
nú ætlar at gera hetta uttan at kommunupolitikarar, sum eru fólkavald
at taka sær av kommunum, verða nevnd við einum orði og tí ikki ætlast
tikin við í tilgongdina yvirhøvur.
Hetta gongur greitt ímóti
øllum tilráðingunum í kommunuálitinum um umskipanartilgongdina, har
serligur dentur júst verður lagdur á javnbjóðis viðgerð og samskifti
millum land og kommunur – bæði fólkaræðisliga, politiskt og
fyrisitingarliga. Hetta gongur eisini greitt ímóti øllum líknandi
tilgongdum í grannalondum okkara.
Vónandi var hetta bert ein
gloymska hjá landsstýriskvinnuni – ein gloymska av tí slagi, sum er so
sjálvsagt, at ikki er neyðugt at nevna tað. Men boðskapurin hjá
landsstýriskvinnuni var so mikið greiður og helst eisini beinleiðis
úrslit av gjáarseminari landsstýrisins, at vit ivast stórliga.
Reformurin umfatandi samfelagsbroyting
At
gera so umfatandi broytingar í stórum parti av demokratisku
samfelagsskipan okkara, sum kommunurnar jú eru, uttan at
kommunupolitikarar eru við í allari tilgongdini, hevði verið sum at
broyta stýrisskipanarlógina uttan at løgting ella landsstýrið vóru við í
tilgongdini.
Hetta er púra óhoyrt og dømt til at miseydnast.
Talan
er um bygnaðarbroytingar, sum í stóran mun koma at avgera, hvat slag av
lokalum fólkaræði vit frameftir skulu hava, og hvussu tað skal virka.
Spurningurin
um, hvussu nógvar kommunur vit skulu hava, hvørjar hesar skulu vera,
hvørji málsøki tær skulu hava ræðið á, og hvussu hetta skal fíggjast,
gevur bara lokalpolitiska meining, um vit frammanundan hava gjørt av,
hvussu málsøkini verða løgd kommununum – eitt nú hvussu stórt lokala
rásarúmið skal vera at raðfesta og tillaga tænasturnar til lokala
tørvin.
Hetta kemur tí ikki bara at ávirka tað, sum kemur, men
sanniliga eisini tað, sum er – tí um kommunurnar skulu lyfta fleiri og
størri uppgávum, kemur tað eisini at ávirka møguleikan at lyfta tær
uppgávur, ið longu eru hjá kommununum.
Lands- og kommunupolitisk semja neyðug
Landsstýriskvinnan
segði í tíðindasendingini leygarmorgunin, at kommunurnar eftir
samanlegging ikki skulu stýrast sentralt av landinum. Hetta hongur bara
so ómetaliga illa saman við, at tað samstundis bert eru politisku
flokkarnir á tingi og landsstýrið, sum áðrenn árslok skulu avgera,
hvussu kommunubygnaðurin og geirin annars skal skipast.
Hvussu meira sentralpolitisk stýring kann tað blíva?
Um
tað er tí, at landsstýriskvinnan trýr so lítið uppá, at til ber at
finna semju millum politisku flokkarnar, so er loysnin ikki at steingja
seg inni uttan samband við veruleikan. Loysnin er heldur at finna
semjur, sum eru væl grundfestar í tí, sum tær snúgva seg um, og sum ikki
støkka sundur, tá tær møta veruleikanum.
Kommunurnar eru ikki
brúkarar av kommunuskipanini, kommunurnar eru kommunuskipanin.
Kommunurnar í Kommunusamskipanini góðtaka tí undir ongum umstøðum at
vera útihýstar í allari teirri týdningarmiklu politisku tilgongdini at
broyta kommunubygnaðin og innihaldið í honum.
Vit vænta tí eina
rættleiðing frá landsstýriskvinnuni. Vit vænta og krevja eisini
fundarboð frá landsstýriskvinnuni, so at nevndin, hon nú ætlar at seta,
eisini hevur kommunupolitisk umboð á jøvnum føti við landspolitisku
umboðini.
Lat ongan iva verða um, at kommunurnar í Kommunusamskipanini eru klárar at fara til verka.
Tórshavn, 22. februar 2010
Heðin Mortensen
Formaður
Kommunusamskipan Føroya
Kommunureformur uttan kommunupolitisku skipanina.doc




