Kommunala umskipanin
STÝRISSAMTYKT VIÐVÍKJANDI UPPSKOTUM UM KOMMUNALA UMSKIPAN
Hóast
einstøku kommunustýrini ikki endaliga hava viðgjørt uppskotið um
kommununala umskipan, so hevur stýrið fyri Kommunusamskipan Føroya í
fleiri umførum við stórum áhuga viðgjørt álitið.
KSF hevur í skrivið til landsstýrið hin 6. november 2009 áður boðað frá,at
• umskipanin ikki eigur at verða sett í verk fyrr enn 1. januar 2013
• tíðarætlan fyri umskipanina eigur sum skjótast at verða samtykt av løgtinginum soleiðis, at
talan er um skipaða heildartilgongd
• løgtingssamtyktin er prinsippiel politisk avgerð um høvuðstættirnar í umskipanini soleiðis,
at landsstýrið og kommunurnar greitt vita,
o hvørjar uppgávur skulu leggjast til kommunurnar,
o hvussu hesar skulu fíggjast, og
o hvussu kommunali bygnaðurin skal skipast
Á fundi 15. februar 2010 hevur stýrið fyri KSF harumframt samtykt:
• at avgerðarrætturin eigur at fylgja við málsøkinum – bæði tann fíggjarliga og fyrisitingarligi
o lógarverkið eigur tí at virða kommunala sjálvræðið soleiðis, at lógarkravd tilboð og
rættindi borgarans kunnu skipast og tillagast eftir staðbundna tørvinum og umstøðunum
o kommunurnar eiga framhaldandi at varðveita rættin til sjálvar at áseta egið skattastig og
inntøkugrundarlag annars, eitt nú í mun til brúkaragjøld
o kommunurnar eiga framhaldandi sjálvar at áseta sítt egna rakstrar- og íløgustøði
• at skipað tilgongd beinanvegin verður sett í gongd til tess at leggja fólkaskúlan og
eldrarøktarøkið til kommunurar at fyrisita
o børn og ung 0-18 ár
kommunurnar fáa betri skipað samanhang og heildartilboð fyri øll børn og ung
innan dagstovnar, fólkaskúla, frítíðarskúla, musikkundirvísing, frítíðarvirksemi v.m.
eins og barnavernd
fólkaskúlin er longu skipaður í rímiliga fastar lógarkarmar
metti útreiðslutørvurin komandi 10 árini skal gerast við støði í verandi virksemi og
ætlaðum menningarátøkum ella broytingum, ið kommunurnar skulu gjalda
støða eigur at verða tikin til, hvørjir innihaldsligir partar av fólkaskúlaøkinum ítøkiliga
verða lagdir til kommunurnar, herundir eitt nú hvussu verður við sernámsfrøðiligi
økinum, sum møguliga kann skipast við landsfevnandi felagskommunalum samstarvi
o eldrarøkt
neyðugir lógarkarmar fyri eldrarøktarøkið sum heild skulu gerast sum skjótast
grundarlag at byggja út fjølbroytt og fjøltáttað búpláss og røktartænastutilboð skal
fáast til vega
metti útreiðslutørvurin komandi 10 árini skal gerast við støði í verandi virksemi og
ætlaðum menningarátøkum ella broytingum, ið kommunurnar skulu gjalda
støða eigur at verða tikin til innihaldslig markamót við heilsuverkið o.a.
o onnur málsøkið, sum kunnu leggjast til kommunurnar, eiga eisini at verða tikin við í
tilgongdina
• at afturberingarskipanin, sum skotin verður upp í álitinum, eigur at verða skipað so skjótt,
at fyrsta stóra økið verður lagt til kommunurnar
o afturberingarskipanin er solidarisk fyri allar kommunur
o afturberingarskipanin javnar stóran part av teimum ójavnum, sum eru í
skattainntøkugrundarlagnum
o afturberingarskipanin er tí fortreyt fyri samlaðu kommunalu fíggingini framyvir
o afturberingarskipanin kann fíggja uml. 250 mió kr.
• at skattabýtið millum land og kommunur av lønarskattinum eftir verandi progressiviteti
eigur at verða broytt til tess at fíggja lógarbundnar uppgávur, sum verða lagdar til
kommunurnar, men sum ikki kunnu fíggjast við afturberingarskipanini
o til ber at broyta skattabýtið 7% ella uml. 450 mió kr.
• at blokkstuðulsskipan úr landskassanum eigur ikki at verða skipað
o blokkstuðulsskipan brýtur grundleggjandi við fíggjarliga avgerðarrættin
• at fíggjarlig serskipan skal gerast fyri Sandoyarøkið, so at økið framhaldandi kann verða
sjálvstøðug kommunal eind
• at fíggjarlig serskipan skal gerast fyri tær kommunur, sum røkja lógarbundnar uppgávur á
útoyggj
• at skipað verður millumkommunal javningarskipan, ið fevnir bæði um inntøkujavning og
útreiðslujavning
o skipanin eigur at vera einføld og gjøgnumskygd
o skipanin má ikki at darva framburði og vøkstri
o skipanin eigur í fyrsta lagi at verða sett í verk, tá ið
kommunali bygnaðurin er komin uppá pláss
fyrsta stóra málsøkið er lagt til kommunurnar
afturberingarskipanin er sett í verk
• at øll umskipanartilgongdin eigur at verða gjørd í neyvum samstarvi og samráðing millum
land og kommunur
o tilgongdin og umskipanin skal grundfestast væl politiskt, so at grundarlagið fyri
fyrisitingarligu verksetingini er greitt
Ásannandi,
at kommunala umskipanin er stórt politiskt mál, og at full semja neyvan
er um allar tættir í umskipanini hvørki millum kommunur, millum land og
kommunur ella í landsstýrinum/løgtinginum, fer Kommunusamskipanin
framhaldandi av viðgera uppskotið til umskipan á einum so breiðum og
demokratiskum grundarlagi sum møguligt.
Í hesum sambandi savnast
allir kommunustýrislimir í limakommununum til ein evnisdag í Klaksvík
26. februar 2010. Á evnisdegnum verða ymsu tættirnir í ætlaðu kommunalu
umskipanini viðgjørdir neyvari. Endamálið er at veita grundarlag fyri
felags fatan og felags støðutakan í kommununum til umskipanarætlanirnar.
Tórshavn 15. februar 2010
Heðin Mortensen, formaður, Tórshavnar kommuna
Gunvá við Keldu, næstforkvinna Klaksvíkar kommuna
Magnus Rasmussen, Runavíkar kommuna
Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna
Sigurd S. Simonsen, Fuglafjarðar kommuna
Kirstin Strøm Bech, Vágs kommuna
Brandur Sandoy, Sands kommuna




