
Kommunala umskipanin fyrireikast til lítar
Kommunusamskipan Føroya hevur í dag heitt á
landsstýrið um at brúka tíðina fram til næsta regluliga kommunuval í
2012 til at fyrireika kommunalu umskipanina sum skipaða heildartilgongd.
Eftir
viðgerð í stýrinum metir Kommunusamskipanin greitt, at til ber ikki at
fremja umskipanina eftir teirri tíðarætlan, ið nýggja kommunuálitið
mælir til.
Kommunusamskipanin mælir í hesum sambandi greitt frá
at hava kommunuval í úrtíð longu í 2010 til tess at leggja kommunur
saman við lóg 1. januar 2011.
Umframt at vera sera ógvisligt
inntriv í demokratisku heimildirnar hjá verandi kommunustýrum, óttast
Kommunusamskipanin eisini fyri ruðuleika, um val til nýggj kommunustýri
skulu haldast um stutta tíð og samstundis, sum allar bygnaðarligu og
fyrisitingarligu fortreytirnar fyri kommunusamanleggingum kring landið
skulu fáast í lag og tað við sera stuttum skotbrá.
Harumframt er als eingin trygd fyri, at restin av umskipanini verður framd.
Í
skrivi til løgmann og landsstýriskvinnuna í innlendismálum hevur stýrið
fyri Kommunusamskipanina staðiliga heitt á landsstýrið um at brúka
tíðina, sum eftir er til næsta regluliga kommunustýrisval í 2012, til at
fáa allar neyðugar fyrireikingar – bæði politiskar, lógarligar og
fyrisitingarligar – í sambandi við kommunala bygnaðin, nýggja
uppgávubýtið og fíggingarskipanina uppá pláss, so at samlaða umskipanin
kann verða sett í verk frá 2013.
Samsvarandi hesum og til tess at
tryggja haldgott og neyðugt politiskt festið undir
umskipanartilgongdini, hevur Kommunusamskipanin somuleiðis heitt á
landsstýrið um at leggja fyri løgtingið uppskot til samtyktar um eina
tíðarætlan fyri umskipanina soleiðis, at talan er um skipaða
heildartilgongd.
Kommunusamskipanin metir sera týdningarmikið, at
ein slík løgtingssamtykt samstundis er prinsippiel politisk avgerð um
høvuðstættirnar í umskipanini soleiðis, at landsstýrið og kommunurnar
greitt vita, hvørjar uppgávur skulu leggjast út til kommunurnar, hvussu
hesar skulu fíggjast, og hvussu kommunali bygnaðurin skal skipast.
Løgtingssamtyktin
er harumframt altavgerandi fortreyt fyri øllum fyrireikingararbeiðinum,
sum landsstýrið og kommunurnar saman og hvør í sínum lagi skulu gera,
áðrenn umskipanin endaliga kann setast í verk.
Verður hetta ikki
gjørt, metir Kommunusamskipanin stóran vanda verða fyri, at týðandi
partar av ætlaðu umskipanini detta burturímillum, serliga útlegging av
uppgávum, og tá hava kommunur brúgt nógva orku til at leggja saman uppá
heilt skeivar fortreytir.
Hesa støðu eigur landsstýrið undir
ongum umstøðum at bjóða borgarum okkara, sigur Kommunusamskipanin at
enda í áheitanini til landsstýrið.
Kommunala umskipanin fyrireikast til lítar.doc




