Read speaker

Kommunal umskipan neyðug

 Heðin Mortensen, stýrisformaður í Kommunusamskipanini, fegnast um, at álitið um kommunala umskipan nú er lagt fram.

”Kommunusamskipanin hevur í nógv ár mælt til eina kommunala umskipan. Hetta uppskotið fevnir vítt, og nú skulu vit viðgera einstøku tilmælini nærri,” sigur Heðin Mortensen og vísir á, at enn er langt eftir á mál.

”Hetta er bert fyrsta stigið í drúgvari tilgongd. Nú er umráðandi, at landsstýrið stendur við ætlanina um eina kommunala umskipan, har fólkaskúlin og eldrarøktarøkið verða løgd til kommunurnar at fyrisita”, sigur Heðin Mortensen.

”Í hesum sambandi er týdningarmikið, at kommunurnar kenna ætlanirnar hjá landspolitisku skipanini, so at tær kunnu virka eftir tí, og at kommunurnar fáa veruliga ávirkan á ítøkiligu ætlanirnar bæði viðvíkjandi kommunusamanlegging, útlegging av uppgávum og fíggingini.”

Heðin Mortensen leggur aftrat, at breið politisk semja skal til, so at kommunurnar hava álit á ætlaðu umskipanirnar. ”Umskipan av hesi stødd krevur breiða politiska semju millum bæði samgongu og andstøðu, tí tað ber ikki til at steðga umskipanartilgongdini á hálvari leið, bert tí at politiska samansetingin í landsstýrinum broytist,” sigur Heðin Mortensen, stýrisformaður í Kommunusamskipanini.

Kommunal umskipan neyðug mynd.jpg  





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
 

Limakommunurnar

Tórshavn