
Formansskifti í Kommunusamskipan Føroya
Sum avtalað í byrjanini av hesum valskeiðinum hevur
í dag verið formansskifti í Kommunsamskipan Føroya. Komandi tvey árini
verður Gunnvá við Keldu formaður og Heðin Mortensen næstformaður í
felagnum
Á stýrisfundi í Kommunusamskipan Føroya í dag 21.
januar, hevur Gunvá við Keldu tikið við sum nýggjur formaður eftir Heðin
Mortensen
Tá ið sitandi stýrið í Kommunusamskipan Føroya tók við
í januar 2009, var Heðin Mortensen afturvaldur formaður fyri
Kommunusamskipan Føroya, og Gunvá við Keldu varð vald sum næstformaður.
Samstundis varð avtalað, at næstformaðurin, tá skeiðið varð hálvrunnið,
skuldi taka við formanssessinum. Nú valskeiðið hjá kommununum er
hálvrunnið, er hetta skiftið í dag farið fram.
Heðin Mortensen
hevur, nú hann fer frá, sitið sum formaður í KSF í nærum 5 ár, og er
sostatt tann formaðurin, sum hevur sitið longst í formanssessinum.
Tað
vóru Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar Tvøroyrar, Fuglafjarðar og Vágs
kommuna, sum stovnaðu Kommunusamskipan Føroya á aðalfundi 10. juni 1999.
Í íbúgvaraumboðan er Kommunsamskipan Føroya vaksið nógv hesi árini
fyrst og fremst gjøgnum kommunusamanleggingar, og 1 januar 2007 gjørdist
Sands kommuna tann sjeynda limakommunan í felagnum.
Hesi
seinastu árini er virksemið hjá Kommunsamskipanini vaksið nógv.
Aðalmálið hjá Kommunsamskipanin er at verja og virka fyri felags
áhugamál hjá kommununum og at styrkja kommunala sjálvræðið.
Kommunusamskipan Føroya hevur verið við til at stovna og fíggja
millumkommunalu stovnarnarnar Kommunala Arbeiðgevarfelag Føroya og
Barnaverndastovu Føroya, eins og Kommunusamskipanin í dag er við til at
reka og fíggja samstørv og verkætlanir, sum til dømis
undirvísngarportalin, Listaleypin, eins og felagið nýliga var við til at
stovna SSP samstarvið.
Í løtuni fyrireikar Kommunusamskipan Føroyar
seg til limaskap í “Council of European Municipalities and Regions”, ið
er størsti felagsskapurin í heiminum fyri regionalar og kommunalar
myndugleikar.
Kommunusamskipan Føroya heldur til í KSF húsinum í
Tórshavn, saman við Kommunala Arbeiðgevarafelag Føroya,
Barnaverndarstovu Føroya og SSP samstarvinum.
Nú Gunnvá við Keldu tekur við, verður hon fimti formaður í søgu felagsins. Teir, ið hava sitið undan henni eru
Formenn
Jákup Lamhauge 1999-2000
Jógvan Krosslá 2001-2004
Rodmundur Nielsen 2005-2006
Heðin Mortensen 2006-2011
Gunvá við Keldu 2011-
Gunvá
við Keldu hevur verið borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu hetta
valskeiðið. Gunvá varð fyrstu ferð vald inn í Klaksvíkar Býráð fyri
valskeiðið 2004-2008. Hon er útbúgvin grafonom og hevði í eitt áramál
rikið sína egnu fyritøku, tá hon frá ársbyrjan 2009 tók við sum
borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Nú Gunvá við Keldu verður
formaður í Kommunsamskipan Føroya, verður hon samstundis eisini við í
leiðsluni av Barnaverndarstovu Føroya. Heðin Mortensen verður frameftir
næstformaður í Kommunasamskipanini og heldur áfram sum formaður fyri
Kommunala Arbeiðgevarafelagið.
Formansskifti í Kommunusamskipan Føroya.doc




