
Eingin annar uttan fíggjarmálaráðharrin uppfinnur trupulleikar
Í grein í miðlunum í gjár, undir heitinum “Heðin
Mortensen uppfinnur ein trupulleika” leggur fíggjarmálaráðharrin eftir
borgarstjóranum í Tórshavnar Kommunu, tí hesin finst at ætlanunum hjá
landsstýrismanninum um enn einaferð at avmarkað fíggjarliga sjálvræði
kommunurnar.
Kommunurnar í Kommunusamskipan Føroya eru hinvegin á
einum máli um, at tann einasti, sum sær trupulleikar, har eingir
trupulleikar eru, er sjálvur fíggjarmálaráðharrin.
Hvar liggur trupulleikin?
Síðani
verandi kommunustýrislóg var sett í gildið fyri skjótt 11 árum síðani
hava allar kommunur, ið skylda omanfyri eina álíkning, ikki kunna tikið
lán ella broytt lánitreytir uttan við góðkenning frá
landsstýrismanninum. Somuleiðis hevur landsstýrismaðurin havt heimild
til at krevja broytingar í fíggjarætlanunum hjá hesum kommunum. Í 2011
verða helst bara 3 ella 4 av teimum 30 kommununum í landinum sum fara at
hava omanfyri eina álíkning í skuld. Samlaða undirskotið fyri kommunala
geiran í 2011 verður mett at liggja um 50 mió. kr. Hetta undirskotið
skal setast í mun til eina skattainntøku fyri kommunala geiran á umleið
1,3 mia. kr. Undirskotið kemur fyrst og fremst av, at kommunur, ið eru
væl fyri, hava tikið lán til stórar íløgur í skúlar og røktarheim.
Skuldartyngdu kommunurnar fáast hinvegin fyrst og fremst við at gjalda
skuld niður.
Samstundis hava vit eina løgtingsfíggjarlóg, ið hevur eitt undirskot á omanfyri ein hálva mia. kr.
Kommunurnar kunnu við røttum spyrja, hvar heldur fíggjarmálaráðharrin at veruligi trupulleikin liggur?
At finna trupulleikar har eingir trupulleikar eru
Higartil
hava allir partar tikið undir við, og í felag arbeitt útfrá ásetingini
um, at kommunurnar skulu halda seg innan fyri eina álíkning í
nettoskuld. Men fíggjarmálaráðharrin ynskir størri ræði á kommununum.
Hann ynskir at broyta kommunustýrislógina soleiðis, at nú skulu
avmarkingar eisini setast í mun til bruttoskuldina í kommununum. Nú
inntøkurnar aftur vaksa hjá kommununum, óttast fíggjarmálaráðharrin at
gjaldføri í skuldartyngdu kommununum gerst ov gott, og hann vil tí
tryggja sær, at hvør króna fer til at gjalda niður skuld. Hann vil binda
um heilan fingur, hann vil tryggja sær eftirlit við hvørjari flyting,
sum fer fram í kommununum. Hetta er sambært fíggjarmálaráðharranum
serliga átrokandi nú komandi ár verður valár í kommununum, og hann sær
vanda í at kommunurnar aftur fara at taka størri lán, enn ráðiligt er.
Manglandi
virðingin fyri kommununum er eyðsýnd, og hóast fíggjarliga gongdin í
kommunala geiranum hevur verið góð seinastu árini, so ivast
fíggjarmálaráðharrin ikki í, at trupulleikar eru at finna. Finnur hann
teir ikki, so má eftirlitið herðast, hetta tykist verða einasta loysnin.
Kommunurnar kunna við røttum spyrja, eru ikki aðrir og meira sjónskir trupulleikar, sum Fíggjarmálaráðið kundi raðfest hægri.
Veruligi trupulleikin hjá kommununum.
Veruligi trupulleikin hjá kommununum er manglandi álitið og virðingin fyri kommunala fólkaræðinum, ið Fíggjarmálaráðið sýnir.
Reglur
og eftirlit frá sentralari síðu eru í ferð við at máa støði undan
lokalum fólkaræði. Kommunurnar eiga ikki verða fyrisitarar fyri
sentralar myndugleikar, so kunna vit eins væl avtaka kommunurnar.
Kommunurnar skulu hava karmar, ið tær frælst kunna virka innanfyri. Bert
undir hesum umstøðum fáa vit eitt vælvirkandi og virkisført lokalt
fólkaræði.
Hetta málið er enn eitt týðuligt dømi um, hvussu langt
landsstýrið vil fara fyri at sleppa at stýra kommununum niður í
smálutir. Fyri at leita eftir trupulleikum, ið ikki eru til, vil
fíggjarmálaráðið fara so langt, sum at broyta sjálva
kommunustýrislógina. Kommunustýrislógin er ikki at javnmeta við aðrar
lógir. Kommunustýrislógin er sjálvt grundarlagið undir kommunala
fólkaræðinum og virksemi kommununnar annars. Kommunustýrislógin er í
veruleikanum stýrisskipanarlógin fyri kommunala geiran, og tískil ein
lóg, sum ikki eigur at verða broytt í tíð og ótíð, og als ikki fyri bert
at loysa nakrar íspunnar trupulleikar.
Kommunusamskipan Føroya
vil tí heita á Fíggjarmálaráðið, um at taka aftur uppskoti til
broytingar í kommunustýrislógini og heldur nýta arbeiðsorku sína til at
loysa veruligu trupulleikarnar í búskapi okkara.
Vegna
Kommunusamskipan Føroya
Gunvá við Keldu
Forkvinna
Eingin annar uttan fíggjarmálaráðharrin uppfinnur trupul




