Read speaker

Aðalfundur

 Fríggjadagin 10. mars hevði KSF aðalfund. Einir 50 kommunustýrislimir møttu á fundi.

Tá formligi parturin av skránni var avgreiddur við formansfrágreiðing og roknskapi, hevði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum upplegg um kommunupolitisku ætlanirnar hjá landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin og kommunustýrislimirnir í KSF vóru rættiliga samd um flestu viðurskiftini, so mesta kjakið aftaná var um ymiskar framsagnir, sum samgongufelagar hjá landsstýrismanninum høvdu havt um kommunuskatt og fíggjarstýring seinastu dagarnar, um politikkin hjá landsstýrinum á eldraøkinum og um hetta at løgtingið á hvørjum ári, eftir at kommunalu fíggjarætlanirnar eru samtyktar, leggur nýggjar útreiðslur út til kommunurnar.

Síðani høvdu Poul Michelsen vinnulívsmaður, løgtingslimur og fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavn, og Tummas Justinussen, vinnulívsmaður, upplegg um vinnulívið seinnu árini, krøv til kommunurnar, og avbjóðingar fyri hugburðin hjá kommununum. Brennandi spurningarnir vóru, hvør leikluturin hjá kommununum kann og eigur at vera í vinnulívshøpi, hvørjir kraftdeplarnir í landinum verða í framtíðini, og ljós varð eisini varpað á tær dagligu forðingarnar, kommunurnar uttan altíð at hugsa um tað leggja fyri vinnulívinum.

Tummas Eliasen, stjóri í Føroya Lívstrygging hevði upplegg um, hvussu eftirlønarkapitalurin kann verða meira virkin í bústaðarsetingini. Hann vísti á, at skipanin við rentustuðli til privatar húsaeigarar ger tað ógjørligt hjá feløgum at reka leiguíbúðir til kappingarførar prísir.

So varð tíð at strekkja beinini, og kommunustýrislimir við makum vórðu boðin niðan í Fornminnissavnið, har Andras Mortensen, stjóri, beyð ferðalagnum vælkomnum við einum áhugaverdum fyrilestri um uppgávurnar hjá Fornminnissavninum – og hann nart eisini við skyldurnar kommunur hava á hesum øki.

Aðalfundur.doc  





«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
 

Limakommunurnar

Tórshavn