31-05-2010 Skeið um kommunurætt .Skeið um kommunurætt | Mánadagin 7. juni verður skeið í Kommunurætti í KSF húsinum.
Skeiðið er ætlað starvsfólki í fyrisitingunum í kommununum, politikarunum og øðrum við áhuga í kommunurætti.
Endamálið við skeiðinum er at ganga í gjøgnum og lýsa teir partar av kommunurættinum, ið hava størstan týdning fyri dagliga arbeiðið í eini kommunu.
Tilmelding til skeiðið kann gerast á ksf@ksf.fo ella á 302480 í seinasta lagi hósdagin 3 juni. Luttøkugjaldið er 1.200 kr. fyri luttakarar úr limakommununum og 1.500 kr. fyri skeiðsluttakarar uttanfyri limakommunurnar.
Les meira .Les meira |
|
|
|
|
|
26-02-2010 Yvirlýsing .Yvirlýsing | | Yvirlýsing frá fundi millum kommunustýrini í Kommunusamskipan Føroya í Klaksvík fríggjadagin 26. februar 2010 Les meira .Les meira |
|
|
|
23-02-2010 Kommunala umskipanin .Kommunala umskipanin | Stýrissamtykt viðvíkjandi uppskotum um kommunala umskipan
Hóast einstøku kommunustýrini ikki endaliga hava viðgjørt uppskotið um kommununala umskipan, so hevur stýrið fyri Kommunusamskipan Føroya í fleiri umførum við stórum áhuga viðgjørt álitið.
Les meira .Les meira |
|
|
|
|
|