Samband
Kommunusamskipan Føroya 
R. C. Effersøesgøta 30
FO-100 Tórshavn
ksf@ksf.fo

Tel. 30 24 80


«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Read speaker
Viðtøkur fyri Kommunusamskipan Føroya
Viðtøkur fyri Kommunusamskipan Føroya – KSF - samtyktar á stovnandi aðalfundi 10. juni 1999 við broytingum á aðalfundi 22. mars 2001, 26. mars 2004, 16. mars 2007 og 24. apríl 2009.

Navn, limaskapur og endamál

  § 1. Navn felagsins er Kommunusamskipan Føroya. Heimstaður felagsins er Tórshavn.

  § 2. Limir felagsins eru hesar kommunur: Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Vágs kommuna og Sands kommuna.

Stk. 2. Aðrar kommunur kunnu gerast limir, um hetta verður góðkent á aðalfundi.

  § 3. Endamál felagsins er at virka fyri felags áhugamálum og størri kommunalum sjálvræði.

Aðalfundurin

  § 4. Aðalfundurin er hægsta vald felagsins.

Stk. 2. Hvørt kommunustýri velur eitt umboð til at taka avgerð á aðalfundi. Aðrir kommunustýrislimir hava rætt at møta og taka orðið á aðalfundi.

Stk. 3. Boðast skal til aðalfund við 14 daga freist.

Stk. 4. Á aðalfundi hevur hvør kommuna eina atkvøðu fyri hvønn íbúgva 1. januar undan aðalfundinum, tó so at eingin kommuna hevur fleiri atkvøður enn 45% av samlaða fólkatalinum hjá limakommununum.

Stk. 5. Avgerðir á aðalfundi verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta, tá ikki annað er tilskilað í hesum viðtøkum.

  § 5. Ársaðalfundur verður hildin á hvørjum ári í mars mánað við hesi skrá:

a) Val av fundarstjóra.

b) Frágreiðing um virki felagsins í farna árinum og um framtíðarætlanir felagsins.

c) Framløga av roknskapi til góðkenningar.

d) Val av grannskoðara.

e) Møgulig uppskot frá stýrinum, herundir upptøka av nýggjum limum.

f) Ymist.

Stk. 2. Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið stýrið heldur tað vera neyðugt, ella tá ið helmingurin av limakommununum skrivliga biðja um tað. Innkalling til eykaaðalfund fer fram á sama hátt og við somu freist, sum til vanligan aðalfund.

Stýrið

  § 6. Tá talan ikki er um mál, sum skulu viðgerast á aðalfundi, er ovasta leiðsla felagsins eitt stýri við hægst 9 limum, sum er sett saman fyri 4 ár í senn, ið tekur við 1. januar, eftir at kommunustýrisval hevur verið, eftir hesi skipan:

Norðuroyggjar velja ein, eystur Eysturoy velur ein, vestur Eysturoy velur ein, Sundalagið velur ein, Streymoy velur ein, Vágar velja ein, Sandoy velur ein, norður Suðuroy velur ein og suður Suðuroy velur ein.

Formaðurin í størstu kommununi fyri hvørt øki verður tilnevndur styrislimur.

Stk. 2. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni og eftir somu mannagongd, sum formaður og næstformaður verða valdir í kommunustýrum, tó so, at formaður og næstformaður verða valdir fyri 2 ár í senn.

Stk. 3. Stýrisfundur er viðtøkuførur, tá í minsta lagi helmingurin av stýrislimunum eru møttir. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Miðast skal tó ímóti, at stýrisavgerðir eru einmæltar.

Stk. 4. Hvør stýrislimur kann krevja stýrissamtykt lagda fyri aðalfund, áðrenn hon verður sett í verk.

Stk. 5. Stýrisfundur skal vera í minsta lagi eina ferð hvønn ársfjórðing. Formaðurin kann kalla stýrið til fundar, tá mál er, sum krevur stýrisavgerð, og sum ikki kann bíða til næsta regluliga fund.

  § 7. Fráboðan til stýrisfund skal gevast við 14 daga varningi.

Starvsbólkurin

  § 8. Í starvsbólkinum sita kommunuskrivararnir/stjórarnir í limakommununum. Stýrið velur formannin.

Stk. 2. Starvsbólkurin skal fyrireika mál, sum skulu viðgerast á stýris- og aðalfundi, og hann skal arbeiða við øllum málum, sum stýrið beinir til hansara.

Stk. 3. Starvsbólkurin hevur fund eina ferð um mánaðin. Tó skal formaðurin kalla til fundar, hvørja ferð stýrisfundur er lýstur, um so er, at mál, sum skulu viðgerast har, ikki eru liðug fyrireikað.

Stk. 4. Starvsbólkalimir skulu møta á starvsbólka- og stýrisfundum.

Stk. 5. Stýrisformaðurin skal hava fundarboð til hvønn starvsbólkafund.

Skrivstovan

  § 9.  Stýrið setur og loysir úr starvi aðalskrivara, ið hevur ábyrgdina mótvegis stýrinum fyri, at virksemi felagsins verður rikið sambært galdandi reglum.

Stk. 2. Aðalskrivarin hevur dagligu fyrisitingina av felagnum um hendi, og skal í samstarvi við starvsbólkin og stýrið umsita felagið innan fíggjarligu karmarnar og í samsvari við endamál felagsins.

Stk. 3. Stýrið ger starvsskipan fyri aðalskrivaran.

Stk. 4. Aðalskrivarin kann seta neyðug hjálparfólk eftir ásetingum í starvsskipanini sambært stk. 3.

Stk. 5. Starvsbólkurin er dagliga bindiliðið millum aðalskrivaran og limakommunurnar.

Fíggjarviðurskifti

  § 10. Útreiðslurnar av at reka felagið verða goldnar av limakommununum. Tó kann eingin kommuna rinda meira enn 45% av limagjaldinum.

Stk. 2. Stýrisformaðurin ger saman við starvsbólkaformanninum og aðalskrivaranum uppskot um fíggjarætlan fyri felagið komandi fíggjarár, sum hann fyrileggur stýrinum til góðkenningar í seinasta lagi í apríl ársfjórðingi.  Samstundis verður avgjørt, hvussu stórur parturin er hjá hvørjari kommunu.

Stk. 3. Áðrenn fíggjarætlan felagsins verður viðgjørd í stýrinum, skal starvsbólkurin hava gjørt sítt tilmæli.

Stk. 4. Limakommunurnar rinda í minsta lagi 1/12 part hvønn mánað til felagið.

Stk. 5. Eingin limakommuna heftir fyri skyldum felagsins við øðrum enn tí, sum avgjørt er at vera hennara partur av útreiðslunum, sambært fíggjarætlanini.

Stk. 6. Ongar avgerðir í málum, sum krevja kommunustýrissamtykt, eru bindandi fyri limakommunurnar, uttan tílík samtykt fyriliggur.

Roknskapur

  § 11. Aðalskrivarin hevur ábyrgd av roknskaparførsluni.

Stk. 2. Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum ella skrásettum grannskoðara.

Aðrar ásetingar

  § 12. Felagið verður teknað av stýrisformanninum og starvsbólkaformanninum ella aðalskrivaranum í felag, ella av tveimum stýrislimum saman við starvsbólkaformanninum ella aðalskrivaranum.

  § 13. Samtyktir um broytingar av viðtøkunum ella avtøku av felagnum skulu gerast av aðalfundinum. Í minsta lagið ¾ av atkvøðutalinum skulu vera umboðað, og uppskotið skal samtykkjast við 3/5 av greiddum atkvøðum.

Stk. 2. Er fundurin ikki viðtøkuførur, verður nýggjur fundur 14 dagar seinni, og er hesin viðtøkuførur uttan mun til, hvussu nógvar atkvøður eru umboðaðar. Samtykt skal tó vera við 3/5 av greiddum atkvøðum.

  § 14. Verður felagið tikið av, falla ognirnar aftur til limakommunurnar í sama lutfalli, sum tær hava luttikið í útreiðslum felagsins.

Broytingar av viðtøkunum eru samtyktar á aðalfundi tann 22. mars 2001, 26. mars 2004, 16. mars 2007 og 24. apríl 2009.

Stýrið 24. apríl 2009

 

Heðin Mortensen, formaður                              

Tórshavnar kommuna        

 

Gunvá við Keldu, næstformaður

Klaksvíkar kommuna

 

Magnus Rasmussen                                  

Runavíkar kommuna 

 

Kristin Michelsen

Tvøroyrar kommuna

 

Sigurð S. Simonsen                                          

Fuglafjarðar kommuna  

 

Kirstin Strøm Bech

Vágs kommuna

 

Páll á Reynatúgvu

Sands kommuna