Samband
Kommunusamskipan Føroya 
R. C. Effersøesgøta 30
FO-100 Tórshavn
ksf@ksf.fo

Tel. 30 24 80


«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Read speaker

Listaleypurin

List og skúlanæmingar í miðdeplinum

Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið í Føroyum, Kommunusamskipan Føroya og Føroya kommunufelag skipa fyri. Norðurlandahúsið, luttakandi kommunurnar og Mentamálaráðið fíggja Listaleypin, sum fyribils er skipaður sum royndarverkætlan til og við 2010.

 

Listaleypurin hevur til endamáls at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist. Fyrimyndin er eitt norskt átak, ið ber heitið "Den kulturelle skolesekken". Átakið hevur fleiri ár á baki, og røkkur um alt landið við fleiri hundrað framsýningum um árið.

 

Tær listafólkavitjanir og framsýningar, ið Listaleypurin bjóðar, eru ókeypis hjá skúlunum. Miðað verður eftir, at í minsta lagi 10 listaverk innan allar listagreinir ferðast millum skúlarnar hvørt skúlaárið, har dentur verður lagdur a'at náa ymsum aldursbólkum og at spjaða sýningarnar um alt landið.


Listafólk kunnu søkja Listaleypin um framleiðslu- og ferðastuðul til ávísa verkætlan. Lýst verður eftir listaligum verkætlanum eina ferð um árið, og tekur serstøk úrvalsnevnd mannað við fakfólki innan list og skúla avgerð um, hvørjar verkætlanir skulu verða partur av skránni hjá Listaleypinum.

 

Listaleypurin er skipaður við stýrisbólki, sum hevur ábyrgd av verkætlanini. Í stýrisbólkinum eru Jóan Petur Hentze, aðalskrivari í Kommunusamskipanini, og Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu og stýrislimur í Kommunufelagnum.

 

Verkætlanarleiðari er Hedvig Westerlund-Kapnas, Norðurlandahúsið.

 

Hvørt skúlaár verður ein faldari við listatilboðum sendur skúlunum í øllum luttakandi kommunum. Skráin fyri skúlaárið 2008-2009 sæst her.

 

Meira fæst at vita um Listaleypin við at venda sær til verkætlanarleiðaran hedvig@nlh.fo, fartel 21 01 25 ella á heimasíðuni hjá Listaleypinum, trýst her.