Samband
Kommunusamskipan Føroya 
R. C. Effersøesgøta 30
FO-100 Tórshavn
ksf@ksf.fo

Tel. 30 24 80


«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Read speaker

KSF-húsið

Miðdepil fyri kommunalt virksemi

Í 2005 keypti Kommunusamskipan Føroya hús í miðbýnum í Tórshavn at hýsa alsamt vaksandi virksemi felagsins. Húsini vórðu síðan umvæld, og í mars 2006 varð klárt hjá KSF at taka húsini í nýtslu.


KSF-húsið

Umframt skrivstovuna hjá KSF hava eisini Barnaverndarstova Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya skrivstovur teirra í húsinum.

Barnaverndarstovan er felagskommunalur stovnur við heimild í løgtingslógini um barnavernd. Aðaluppgávur hjá Barnaverndarstovuni eru m.a. at umsita fosturforeldraskipanina, at veita barnaverndartænastunum og samdøgurstovnum kring landið holla vegleiðing og ráðgeving, at virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum á barnaverndarøkinum, at styrkja og samskipa barnaverndarøki, og at fáa til vega hagtøl og skipa fyri gransking og menning á økinum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er kommunalur felagskapur. Endamál felagsins er at fremja áhugamál limanna í øllum málum um lønar- og setanarviðurskifti starvsfólkanna. Limakommunurnar standa fyri rakstrinum av felagnum.