Samband
Kommunusamskipan Føroya 
R. C. Effersøesgøta 30
FO-100 Tórshavn
ksf@ksf.fo

Tel. 30 24 80


«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Read speaker

Búmerki

Búmerkið hjá KSF ímyndar laðað malargrót.

Hvør steinur er ein eind, sum, saman við øðrum steinum, skapað ein bygnað. Laðast kann afturat og bygnaðurin kann innganga í nýggjar samanhangir. Bygnaðurin er sterkur, men skal haldast við líka.

 

Laðað grót er ímyndin av tí menniskjaskapta. Búmerkið lýsir ta menninskjaligu drívmegina og týdningin av samskifti og samskipan.

 

Litirnir stava frá basaltinum, sum er tað tilfar, ið landið byggir á, og kunnu eisini síggjast sum ein spegling av himmali og havi í grótinum.

 

Búmerkið hjá KSF er úrslit av búmerkjakapping, ið KSF skipaði fyri í 2004. Dómsnevndin gav Armgarð Weihe 1. virðisløn fyri uppskotið, sum KSF síðani hevur brúkt til búmerki felagsins. 

 

Búmerkið í gróti, sum prýðir húsaveggin móti R.C. Effersøesgøtu, hevur Eyðun Dal-Christiansen, grótlistamaður, gjørt.